Hvirlan í skrúðgonguni

Hvirlan væl umboðað í ólavsøkurenningini
29.07.2008
FM á frælsavøllum
02.08.2008

Hvirlan í skrúðgonguni

Tað var ein stórur dagur, tá Hvirlan á fyrsta sinni luttók í ólavsøkuskrúðgonguni á jøvnum føti við onnur ítróttarfeløg úr Tórshavn.

Hvirlan í Ólavsøku skrúðgonguni

Tað var longu, tá felagið varð stovnað, at avgjørt var, at Hvirlan skuldi vera við í ólavsøkuskrúðgonguni og á henda hátt taka tað pláss í lokala ítróttarlivinum, sum felagið hevur fingið tillutað gjøgnum limaskapin í Tórshavnar Ítróttaráð.

Felagið er enn ikki ársgamalt, og limatalið er ikki komið uppum 50, hóast tað er farið at tátta í. Tí var tað sera hugaligt at síggja góðu uppmøtingina, har ikki minni enn 26 limir í eyðkendum hvirlu-litum vóru við í skrúðgonguni.

Fleiri myndir av Hvirluni í skrúðgonguni síggjast her

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *