Hvirlan í ólavsøkuskrúðgonguni

Hvirlan skipar fyri FM kapping í olympisku kastigreinunum
22.07.2008
Broytingar í venjingartilboði til ung
24.07.2008

Hvirlan í ólavsøkuskrúðgonguni

Hvirlan hevur nú fingið limaskap í Tórshavnar ítróttarráð, og merkir hetta, at vit fara at vera við í ólavsøkuskrúðgongini á fyrsta sinni. Vit fara sikkurt at vera minsta fylki, men tað bilar einki, tí tað ræður um at vísa og savnast um flaggið.Allir íðkarar skulu møta í Kommunuskúlagarðinum ólavsøkuaftan kl. 13.30 og vera í reyðu hvirlublusuni (latið tykkum bara í hana uttaná. Vit skulu vera væl ílatin, so vit klára at smíla óansæð veður).

At vera limur í Tórshavnar ítróttarráð merkir at vit fáa atgongd til pengar, men vit skulu arbeiða fyri teir. Vit hava fingið básin við bamsutombola í Kommunuskúlagarðinum, og limirnir fáa boð um, hvørja tíð teir røkja básin, eins og endaligt vaktaskema eisini kemur út á heimasíðuna. Limirnir hjá okkum eru mest sum allir niðan fyri 18 ár, sum er treyt fyri at standi í bási. Hetta merkir, at børn og foreldur mugu vera saman, men nevnd og venjarar hava longu hugsað, at hetta, at stuðla og leggja rygg til, har tað er neyðugt, er jú ikki annað enn foreldur okkara eru von við í forhond. Somuleiðis kann hetta vera eitt gott uppalandi høvi hjá børnunum at fáa innlit í arbeiði og samhaldsfesti, samstundis sum tað kann vera hugnaligt at arbeiða saman við foreldrum (børnini tíma sum oftast væl at arbeiða og fáa litið eina uppgávu til, – tað eru vit vaksnu, ið ofta suffa. Tað kunnu vit eisini gott, men gott hevði verið, um vit gera tað, tá børnini ikki hoyra 😉 ).

Ólavsøkan er long, so hvat merkja tveir tímar í felagsarbeiði, um tað er treytin fyri, at venjing og amboð verða ment, viðlíkahildin og kanska enn tá nørd um. Felagið hevur brúk fyri hvørjum oyra og vónar, at limir við foreldrum eisini á ólavsøku taka undir við okkum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *