Nýtt føroyskt maratonmet
18.05.2008
Sólirnar hjá Hvirluni :-)
21.05.2008

Hvirlan í ÍSF

Síðsta stig á leiðini hjá Hvirluni móti at verða javnsett vid hini feløgini innan frælstar ítróttir í Føroyum varð tikið á stjórnarfundinum hjá ÍSF í gjár (20/5-08), tá umsóknin um limaskap í ÍSF var gingin á møti. Hetta merkir samstundis, at vit verða limur í FÍF (Frælsur Ítróttur Føroya). Í FÍF eru sostatt 6 virkin feløg, tey eru: Ítróttarfelagid Bragdið, Treysti, Roysnið, Frælsi, Hvistan og Ítróttafelagið Hvirlan.

Felagið bleiv stovnað 15. mars í ár við tí fyri eyga at menna frælsar ítróttir á leikvøllum. Kjarnaøkið hjá felagnum er børn og ung, t.v.s. felagið ætlar at vaksa við at fáa ungar limir, ið royna seg innan frælsar sum heild, áðrenn tey eina ferð velja sergrein (hetta merkir ikki, at øll ikki eru vælkomin í felagið, tí tað eru tey 🙂 ). Barnavenjing hevur verið, síðan felagið varð stovnað, og harafturat hevur verið skipað fyri kastivenjing fyri vand. Næsta stig er, tá byrjað verður uppá kast/lop venjing fyri ung. Her fáa 8-10 ung (helst javnt býtt millum kynini), møguleika at venja kast og lop. Hvussu hetta verður skipað, og nær tað byrjar, verður kunnað nærri um í næstum.

Fyrsta tiltak hjá Hvirluni, eftir at limaskapurin er komin í rættlag, verður sunnudagin 1. juni tá skipað verður fyri kastikapping á kastivøllinum við Eysturskúlan. Hetta verður kapping fyri allar aldursbólkar frá 14 og uppeftir.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *