Hvirlan heim við tí mesta á FM

Aðalfundur 14. septembur
29.08.2015
Venjing týsdagin 1. sept. kl. 16-17 avlýst
30.08.2015

Hvirlan heim við tí mesta á FM

Annar dagurin byrjaði við at kvinnurnar runnu 100 m rimarenning, har tað skuldu renna uppum 84 cm høgu rimarnar 10 ferðir. Edna Maria Debes og Tinna Berg Jørgensen royndu seg. Rimarenning er ein sera teknisk grein, tí um ein ikki fær passaguna yvir eina rim at sita optimalt, so noyðist ein at nýta fleiri fet til næstu rim, og harvið missir ein nógva tíð, og er ein farin frá trimum fetum til fýra ella fimm, so er sera ringt at koma niður aftur á trý, sum er tað optimala. Báðar startaðu væl, men Tinna fór niður á fimm fet millum rimarnar beinan vegin, meðan Edna Maria royndi seg fyrst við trimum, og so fýra. Tey færru fetini hjá Ednu Mariu gjørdu so við og við at hon trekti frá, og á málinum var hon 1½ sek frammanfyri. Tíðirnar hjá teimum vóru 19,04 sek og 20,58 sek. Tíðin hjá Ednu Mariu er skjótari enn gamla bólkametið.

IMG_9145

Spjótkast hjá monnum byrjaði samstundis sum rimarenningin hjá kvinnunum. Her var heldigvís ein luttakari, sum hevði hug at royna seg móti teimum seks hvirlunum. Besti kastari seinnu árini, Hanus Bergsson, hevur skaða, og kastaði tí einans við vinstra armi. Tí var spenningur um hvussu leikur fór. Millum hvirlurnar var Rógvi Højgaard, sum fyri fyrstu ferð í tvey ár royndi seg við 800 g tunga spjótinum. Hóast longu pausuna, so legði hann seg á odda beinan vegin, men fysikkurin er ikki har longur, og í síðsta kasti fór Tróndur Arge framvið og ognaði sær gullið við einum kasti uppá 46,98 m, sum er longri enn verðandi bólkamet. Rógvi kastaði 45,53 m á øðrum plássi. Broncumerkinum fór Hallur Simonsen við (43,76 m), beint frammafyri Helga Geyti (43,32 m).

IMG_9339

Meðan spjótkast var í gongd, var 110 m rimarenning hjá monnum. Her var Hallur eisini við. Hann kastaði tískil eitt kast við spjótinum, og fór so til 110 m startin. Her rann hann uppum tær tíggju 106 cm høgu rimarnar uppá 21,04 sek.

IMG_9247

Kvinnurnar lupu hædd samstundis sum mennirnir kastaðu. Her komu bæði Edna Maria og Tinna uppum 1,25 m. Edna Maria kom uppum 1,30 m í fyrstu royndini, og tá Tinna ikki kom uppum, so valdi Edna Maria at steðga har fyri at hava orku til restina av kappingunum, hon skuldi royna seg í.

IMG_9401

So skuldu bæði menn og kvinnur royna seg í trýstøkk. Hjá Monnunum var Hallur aftur til dystin fús, og vann hann ein tryggan sigur frammanfyri Dánjal Dahl Ljósheim. Úrslitini eru ikki tøk í løtuni.

IMG_9902

Hjá kvinnunum legði Edna Maria seg á odda í fyrsta lopið, við einum føroyskum metið. Hetta bleiv tó tikið, og endaði Edna Maria tí við silvurmerkinum, frammanfyri Tinnu, sum bøtti um sítt persónliga met við næstan einum heilum metri. Neyvu úrslitini eru ikki tøk.

IMG_9915

So skuldu kvinnurnar royna seg við spjótunum. Her var Marita K. Petersen í einum flokki fyri seg, tí hon vann við ikki minni enn 15 m. Hennara longsta bleiv mált til 35,25 m, sum er longri enn oyggjaleikakravið til undanfarnu leikir, umframt at tað eisini er longri enn verðandi bólkamet. Dysturin um silvur og broncu gjørdist ein sera tøtt kapping, sum endaði við at Edna Maria tók silvur við 20,15 m, 15 cm frammanfyri Bjørk R. Svabo, sum aftur bara var 56 cm frammanfyri Tinnu.

IMG_0201

Meðan kvinnurnar kastaðu spjót, royndu Hallur seg aftur í einum lopið. Hesaferð var tað hæddarlop, har hann saksaði 1,40 m, og valdi síðan at steðga, tí at nú byrjaði verðuliga at kennast á kroppinum at hann hevði verið ein túr gjøgnum nógvar krevjandi greinar.

IMG_0149

Kúlustoyt var síðsta kastigrein á FM. Hjá kvinnunum vóru Edna Maria, Bjørk og Marita aftur til dystin fús. Tær høvdu ein spennandi dyst um heiðursmerkini, Bjørk byrjaði við at leggja seg á odda við 8,17 m. Edna Maria kom út á 8,14 m í øðrum umfarið, og legði seg sostatt á annað pláss. Í triðja umfarið kom Marita heilt út á 8,85 m. Hesum kláraðu hinar ikki at svara aftur uppá, men í fimta umfarið kom Edna Maria út á 8,17 m og harvið neyvt somu longd sum Bjørk. Tá so er, er tað næstbesta sum telur, og her vóru tað teir 8,14 m í øðrum umfarið hjá Ednu Mariu, sum vunnu á teimum 7,98 m, sum var tað næstbesta hjá Bjørk. Marita og Bjørk bøttu um verðandi bólkamet.

IMG_0859

Hjá monnunum vóru seks luttakarar við, harav fimm úr Hvirluni. Hallur var, hóast langan dag, favorittur, og hetta livdi hann upp til. Hansara longsta kom í síðsta umfarið. Tað var 11,65 m og longri enn gamla bólkametið. Honum á baki kom Hanus, sum kom út á 11,05 m. Triðja pláss fór til Hans Hjørleiv við 10,23 m.

IMG_1109

Meðan kúlustoyt var í gongd royndu Sofus Andreassen og Dánjal Dahl Ljósheim seg á 200 m teininum. Her ognaðu báðir sær persónlig met við ávikavist 25,20 sek og 27,15 sek. Sofus ognaði sær broncumerkið fyri avrikið.

IMG_1196

At enda var tað 4×400 m boðrenning hjá monnum. Her var skjótt eitt lið sett saman av einum sprintara, einum 15 ára gomlum miðteinarennara, einum kastara og einum hondbóltspælara. Teir kempaðu væl, og fingu broncumerkið fyri avrikið.

IMG_9008

Samanumtikið gekst væl hjá Hvirluni, sum hóast bestu leypararnir eru uttalanda, og bestu sprintarnir eru antin uttanlanda ella noyddust at geva avboð vegna sjúku/skaða, so fóru hvirlurnar enn einaferð heim við meir enn helminginum av øllum heiðursmerkjunum.

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *