Hvirlan góð úrslit í vindinum á Tórsbreyt

Kom við!
25.04.2012
Ferð komin á sprintarnar í Hvirluni
04.05.2012

Hvirlan góð úrslit í vindinum á Tórsbreyt

Tað var nógvur vindur, tá Hvirlan skipaði fyri kapping í diskuskasti og trýstøkk á Tórsbreyt leygardagin 28. apríl. Hesin vindurin kravdi sikra hond hjá kastarnum, og hjá leyparunum var avgjørt at leypa ímóti vindinum, hóast hetta kostar fitt í lop-longdum. Orsøkin var at eitt endamál við kappingini, var at fáa góðkend úrslit í mun til met og krøv.

Fyrsta kappingargreinin var diskuskast. Har vóru níggjur íðkarar við. Yngsti luttakarin var Helena Svabo Ziska, sum kastaði við 600 g diskinum. Hetta var hennara fyrsta roynd í diskuskast, og kom hon út á 9,02 m. Dánjal Dahl Ljósheim og Tinna Berg Jørgensen, sum annars eru meira kend sum rennarar, royndu seg eisini. Tey kastaðu bæði við 750 g diskinum. Dánjal kastaði 7,65 m í síni fyrstu kapping, meðan Tinna valdi at gevast eftir tríggjar royndir, sum allar endaðu uttanfyri. Hjá gentum 14-15 ár, var ein áhugaverdur dystur millum Ednu Mariu Debes og Maritu Káradóttir Petersen. Edna Maria legði betur út og kom fyri fyrstu ferð út á 20 m strikuna tá hon í øðrum umfarið kastaði neyvt 20,00 m. Marita svaraði aftur í triðja umfarið við 20,31 m, ið eisini var hennara fyrsta kasta útum 20 m strikuna. Báðar kastaðu eitt vet styttri í næstu kastunum, men í síðsta umfarið rakti Marita diskin væl og kom hon heilt út á 23,05 m. Tær bøttu sostatt um síni persónligu met við ávikavist trimum og fýra metrum. Báðar komu tær eisini útum gomlu bólkametini fyri ávikavist G14 og G15. Hjá dreingjunum kastaði Jákup Dahl Ljósheim 1 Kg diskin út á 11,86 m. Brøðurnir Helgi og Steinolvur Geyti royndi seg við 1,75 Kg diskinum í bólkinum D18-19 ár. Í upphitingini hevði Steinolvur fleiri góð kast, men í kappingini vildi tað ikki bera til, og fekk hann tí onki kast mált. Helgi hevði hinvegin eina stabila kapping, hóast nógvi mótvindurir argaði. Hansara longsta kast var 33,77 m, ið er persónligt met við góðum trimum metrum. Heri Ziska royndi seg eisini. Hann kom út á 41,62 m, ið er 1½ m styttri enn oyggjaleikakravið, sum annars var málið. Til stuttleikar kann tó nevnast at tey fimm kastini hjá Hera, sum blivu mál, vóru øll omanfyri kravið til elitubólkin hjá FÍF.

Eftir diskuskast var fari beint til trýstøkk. Her var avgjørt at leypa ímóti vindinum, tí at fleiri hava lopi so mikið væl í seinastuni, at møguleikin fyri at klára a-krøv til talentbólkin var til staðar, og úrslit í ov nógvum undanvindi kunna ikki nýtast tá krøv skulu klárast.

Fyrsta útfordringin við nógva vindinum var at fáa renningarlopi at passa. Hetta kostaði nógv lop, sum antin endaðu sum yvirtrakk, ella sum blivu aborteraði tí at man var ov langt frá plankanum tá leypast skuldi. Edna Maria leyp stabilt, har hennara longsta var 9,21 m, ið er 29 cm frá a-kravinum til talentbólkin. Sera flott undir slíkum umstøðum. 13 ára gamli Jákup Dahl Ljósheim bøtti um sítt persónliga met fýra ferðir, og endaði úti á 8,18 m, hóast ein mótvind uppá 5,4 m/s. Javnaldrin Tórur bøtti eisini um sítt persónliga met, so tað nú er 9,83 m. Trygvi Laksáfoss (D18-19) leyp 11,77 m við 3,9 m/s ímóti. Tað er einans 12 cm frá hansara persónliga metið, so har er lítið at ivast í at 12 m er har tá veðrið er til vildar. Úrslitið hjá Trygva er longur enn verðandi bólkamet í D18. Síðsti luttakarin var Øssur Debes Eiriksfoss. Hann leyp 13,30 m, sum er styttri enn føroyska metið hann sjálvur eigur. Úrslitið er tó ein staðfesting av at Øssur er væl leypandi, og er fyri so vítt eisini longur enn oyggjaleikakravið, ið Øssur longu hevur klára í trýstøkk, longdarlop og hæddarlop.

Eisini var rennikapping, sum Bragdið skipaði fyri. Her royndi fleiri í Hvirluni seg. Fyrst var 60 m á skránni. Har vóru Elias Tórsteinsson og Rói Sørensen í øðrum riðli. Elias kom á mál við tíðini 10,11 sek, ið er heili 0,6 sek skjótari enn hann hevur runnið teinin áður. Rói luttók á fyrsta sinni í kapping á Tórsbreyt. Hann koma á mál við tíðini 14,97 s. Helena var í fjóra riðli, og vóru hesar so óhepnar at skula renna teinin tvær ferðir tí tað vóru trupulleikar við eltíðini. Tíðin hjá Helenu var 11,44 sek.

So var 200 m á skránni, og í fyrsta riðli vóru Rúni Jacobsen og Tummas Napoleon Arge. Her var undanvindur, og tí vóru góðar tiðir í vantu, kanska 0,1-0,3 sek stuðul var vantandi av vindinum. Rúni var á uttastu geil og rann tí blindur í svinginum, men tá hann kom úr svinginum var hann fremstur, meðan Tummas Napoleon hekk væl í Rúna og Hans Jacobsen. Rúni og Hans kappaðust allan vegin til strikuna, meðan Tummas Napoleon misti eitt sindur móti endanum. Dysturin millum Rúna og Hans var so tættur, at tað ikki bar til at siga hvør var fremri. Báðir fingu tíðina 24,43 sek, sum fyri Rúna er 0,7 sek skjótari enn hann hevur runnið teinin áður. Tummas Napoleon kom fyri fyrstu ferð undir 26 sek, men hann gjørdi ikki mætari enn eisini at koma undir 25 sek. Tíðin gjørdist 24,98 sek, ið er 1,3 sek skjótari enn hann hevur runnið teinin áður. Jákup og Randal á Reynatrøð royndu seg eisini. Teir komu á mál við tíðunum 33,11 og 35,33. Hjá Randal var hetta fyrsta kapping á Tórsbreyt. Alda S. Lamhauge royndi seg eisini fyri fyrstu ferð í kapping á Tórsbreyt, og imponeraði hon við at koma á mál við tíðini 33,71 sek. Elias rann teinin uppá 36,28 sek. Beint eftir at hann kom á mál á 200 m stóð Elias aftur klárur á startinum. Hesaferð til 600 m renning. Her rann hann vældisponera og kom á mál við tíðini 2 min 17,86 sek.

Samanumtikið ein stak stuttligur dagur á Tórsbreyt, har staðfest var, at venjingin í vetur er á stak góðari leið. So tað er við góðum hugi at fari verður aftur til venjing fram móti kappingunum í summar.

Øll úrslitini frá diskuskast og trýstøkk síggjast her, meðan úrslitini frá rennikappingunum síggjast her. Nakrar myndir afturat eru at finna í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *