Hvirlan góð úrslit í TOP RUN

7- og 10- kampur á Tórsbreyt
16.09.2013
Gevandi venjingarlega á Sandi
25.09.2013

Hvirlan góð úrslit í TOP RUN

TOP RUN 2013, varð fyriskipað fyri fyrstu ferð av Bragdinum. Hini 10 árini frammanundan hevur MIF skipað fyri TOP RUN.  Heili 68 fólk luttóku í kappingini, leygardagin 14. sept.

Í ár luttøku fýra hvirlur, 2 menn og 2 kvinnur. Øll fýra við frálíkum úrslitum.

 

Feðgarnir John Egholm og Ólavur Egholm, hava luttikið fleiri ferðir í TOP RUN og í ár varð Ólavur nr. 2 í bólkinum ungir menn (M1), við tí einastandandi tíðini  49.34, sum gav eitt flott 4 pláss fyri menn yvirhøvur. Pápin John var ikki langt aftanfyri sonin og kom á mál við tíðini 51.32 og gjørdist nr 4. í bólkinum eldri menn (M2) og sum nr. 6 yvirhøvur av monnunum, við tíðini 51.32.

Hjá kvinnunum luttóku Birna Mohr Joensen og Rigmor N. Arge. Birna kom flott á mál sum nr. 2 við tíðini 59.28 og Rigmor N. Arge var á málinum sum fyrsta kvinna við tíðini 53.15. Báðar luttóku í bólkinum eldri kvinnur (K2), og  úrslitini vóru eisini 1. og 2. pláss yvirhøvur hjá kvinnunum.

Ikki eiti á góðum úrslitum hjá hvirlunum henda vind og regn dag, niðan á Sornfellli.

Øll úrslitini eru at síggja á https://app.lap.io/event/2013-top-run/results?category=

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *