Hvirlan góða byrjan uppá GPU 2011

Opin kapping hósdagin 26. mai
20.05.2011
18 persónlig met í 24 startum
27.05.2011

Hvirlan góða byrjan uppá GPU 2011

Fyrsta umfarð av Grand Prix fyri ung var á Tórsbreyt fyrr í dag. Har var 100 m, 600 m, hædd, bóltkast og spjótkast á skránni. Øll úrslit eru ikki tøk enn. Tey írestandi fara at koma á www.athletics.fo, tey sum eru tøk verða nevnd her.

Hjá teimum 10-11 ára gomlu royndu Kristian D. Kúrberg, Dánjal D. Ljósheim, Elias Thorsteinsson, Bárður Jóhansson, Helena S. Ziska og Guðrið K. Petersen seg. Dreingirnir royndu seg í bæði 600 m renning og bóltkast, meðan genturnar einans royndu bóltkast. Hjá gentunum kastaði Guðrið 21,29 m, sum er persónligt met við uml. 3 metrum. Helena kastaði bóltin 14,38 m. Hjá dreingjunum kastaði Bárður bóltin 23,08 m, Dánjal kastaði 22,40 m (persónligt met), Elias kastaði 21,66 m (persónligt met við 4 m) og Kristian kastaði 21,31 m (persónligt met). Á 600 m teininum koma Elias á mál við tíðini 2.10,95 (persónligt met við 3 sek), Dánjal við tíðini 2,15,93 (persónligt met), Bárður 2.17,41 (persónligt met við 2 sek) og Kristian við tíðini 2.36,52 (persónligt met við 6 sek).

Tey 12-13 ára gomlu skuldu royna seg í spjótkast og 600 m renning. Her vóru Emilia Larsen, Marita K. Petersen, Tinna B. Jørgensen, Jákup D. Ljósheim, Tórur Mortensen og Ólavur W. Joensen. Tað var einans Tinna sum royndi seg á 600 m teininum hjá gentunum. Hon kom á mál við tíðini 2.02,01 (persónligt met við næstan 7 sek). Allir dreingirnir royndu seg, og har kom Tórur fremstur av Hvirlunum. Tíðirnar eru enn ikki tøkar. Í spjótkast betraði Marita um sítt bólkamet við einum kasti uppá 26,00 m. Tinna setti persónligt met við 13,24 m, meðan Emilia kastaði 11,98 m. Úrslitini hjá dreingjunum er tíðanverri ikki tøkt.

Hjá teimum 14-15 ára gomlu var tað einans Bjørk R. Svabo sum royndi seg, og var tað í spjótkast. Hon kastaði spjótið 17,32 m, ið er lítlan metur frá hennara persónliga metið.

 

Dreingir 16-17 skuldu royna seg í 100 m renning, hæddarlopi og spjótkasti. Fyri Hvirluna luttóku Bjarni K. Petersen, Trygvi Laksáfoss, Tummas Napoleon Arge, Rúni Jacobsen, Steinolvur Geyti, Hanus Bergsson og Hallur Simonsen. Fyrst á skránni var 100 m renning á skránni. Hár vóru tveir riðlar og í fyrsta riðli vóru Bjarni K. Petersen og Rúni Jacobsen. Fyrstu ferð starturin fór var var skotið av, tíðanverri hoyrdu teir tað ikki og tí var skotið aftur. Flestu runnu einar 40 m, men Bjarni, ið hevði fingið ein sera góðan start, steðgaði ikki fyrr enn eftir at hava spurta útvið 80 m. Hetta sást á seinna startinum, har Bjarni einans gjørdist nummar trý. Bjarni megnaði tó, við 12,98 s at betra um sítt persónliga met við 4/10. Rúni vann hetta heat við tíðini 12,45 sek, sum er persónligt met við einum heilum sekundi! Í seinna riðlinum vóru Trygvi og Tummas Napoleon á startlinjuni. Trygvi fekk ein fantomstart og helt heilt á mál. Hann fekk tíðina 12,10 sek, sum er persónligt met við 4/10. Tummas Napoleon koma á mál við tíðini 12,70, ið er persónligt met við ½ sekundi.

Í hæddarlopi vóru Trygvi, Bjarni og Steinolvur við. Trygvi var einsamallur uppum 160 cm og fór so beinleiðis til 170 cm ið er A-kravið til talentbólkin. Tríggjar ferðir var han líka við at klára tað, men hesaferð gekk ikki. Steinolvur leyp 155 cm, men meiddi sær fótin í næstu royndini á 160 og endaði tí við 155 sum tað besta eins og Bjarni. Í spjótkast var Hanus einans ½ m frá enn einaferð at betra um bólkametið tá hann kastaði 700 g spjótið út á 46,39 m. Næstur honum var Steinolvur við 34,92 m, so kom Trygvi við 32,96 m (persónligt met við 9 m), so Rúni við 32,84 m (persónligt met við 1 metri) og so Hallur við 32,26 m.

Í elsta bólkinum var Helgi Geyti einsamallur at umboða Hvirluna. Hann rann 100 m við tíðini 14,05 sek, og leyp 150 cm í hædd. Í spjótkast, har hann hevur trupulleikar við kasti-økslini, kastaði hann hóast skaðan 38,79 m, sum einans er ein metur frá hansara persónliga meti.

Samanumtikið var tað ein stak góður dagur, ið staðfestir at venjingin er á góðari leið. Nú verður so arbeitt víðari frameftir móti einum toppi í summar. Næsta umfarð av GPU er longu um 14 dagar (7. juni).

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *