Hvirlan góð úrslit til FMU

So endaðu summarfrælsar
25.09.2008
Hjálparar og Stuttleikir
01.10.2008

Hvirlan góð úrslit til FMU

Hóast Hvirlan einans hevur 6 mánaðir á baki, og flestu limirnir ikki hava aldur til at luttaka í FMU, so fekk Hvirlan góð úrslit á Svangaskarði. Tað bleiv til 1 gull-, 2 silvur- og 1 bronsumerki.

Luttakarar vóru allir í aldursbólkinum 10-11 ár. Tóri luttók hjá dreingjunum, meðan Emilia og Marita luttóku hjá gentunum.

Bæði Emilia og Marita hava tikið seg nógv fram í summar og betraðu munandi um síni úrslit. Fyrst royndu tær seg í kúlustoyti, og har gjørdust tær ávikavist nummar 2 og 4. Í longdarlopi gekk enn betur, við tað at tær gjørdust nummar tvey og trý av ikki minni enn 6 luttakarum. Á 60 m gjørdust tær nummar 5 og 6, meðan tær gjørdust nummar 4 og 6 á 300 m.

Tóri hevur vant við Hvirluni í seinastuni, men hevði hesa ferð meldað til fyri Frælsi í Vágunum. Tóri royndi seg í longdarlopi, kúlustoyti og á 60 m. Tóri hevur fyrr víst, at hann er nógv tann besti í kúlustoyti, og hóast ungur limur í Hvistuni vísti góð evnir, so var Tóri tryggur og stoytti kúluna meir enn ein metur longur út enn næsti drongur. Tóri royndi seg eisini í longdarlopi, har hann gjørdist nummar 5. Á 60 m gjørdist hann eisini nummar 5 .

Samanumtikið var tað ein góður dagur hjá yngsta frælsafelagnum í landinum, har okkara ungu limir gingu á odda við at gera felagið sjónligt og umboða tað á ein sera positivan hátt. At enda vilja vit ynskja øllum heiðursmerkjavinnarum til lukku og takka øllum fyri luttøku og góðar kappingar. Serliga hugaligt halda vit tað vera, at luttakarar úr Hvistuni vóru við, tí teir hava so langan veg. Vit hopa, at tey halda á at vera so ágrýtin har suðuri 🙂

Úrslitini hjá teimum, sum venja við Hvirluni vóru:

G10-11: 60 m

Marita K. Petersen 10,7 sek (w: -1,6 m/s)

Emilia Larsen 11,0 sek (w: -1,6 m/s)

 

G10-11: 300 m

Marita K. Petersen 1.01,0

Emilia Larsen 1.07,1

 

G10-11: longdarlop

Marita K. Petersen 2,85 m (w: +3,2 m/s)

Emilia Larsen 2,61 m (w: +4,4 m/s)

 

G10-11: kúlustoyt (2 kg)

Marita K. Petersen 5,95 m

Emilia Larsen 4,43 m

 

D10-11: 60 m

Tóri Nielsen 10,9 sek (w: -3,6 m/s)

 

D10-11: longdarlop

Tóri Nielsen 2,57 m (w: +4,4 m/s)

 

D10-11: kúlustoyt (2 kg)

Tóri Nielsen 8,54 m

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *