Hvirlan góð úrslit á Tórsbreyt

179 børn stuttleikaðu sær á Stuttleikum
14.06.2009
Grand Prix fyri børn og ung á Toftum mikukvøldið
20.06.2009

Hvirlan góð úrslit á Tórsbreyt

Mikukvøldið 17. juni skipaði Bragdið fyri opnari rennikapping á Tórsbreyt, og har vóru tað so tvær Hvirlur, sum høvdu avgjørt at royna seg. Tað var Brian Smedemakr og Trýgvi Laksafoss.

Brian er ein av teimum, sum hevur vant hjá Hans í summar, og er hann mest vanur við at royna seg á longru teinunum. Hesaferð var hann tó við á 100 m, 400 m og 600 m. Á 100 m teininum gjørdist hann nummar 5  við tíðini 13,64 sek (onki er sagt um hvør vindurin var) í sínum heatið og var tað eisini fimt skjótasta tíð á degnum. Á 400 m teininum gjørist hann nummar 4 í sínum heati við 66,91 sek og var tað eisini fjór skjótasta tíð á degnum. 600 m teinin vann Brian við tíðini 1 min 41,94 sek. Tíðirnar hjá Brian 400 og 600 m eru nýggj felagsmet í Hvirluni.

Trýgvi, sum til dagligt venur við teimum ungu í Hvirluni, luttók á 100 m teininum har hann gjørdist nummar tvey við tíðini 12,81 sek, einans 0.03 sekund aftanfyri vinnaran.

fulfíggja úrslit síggjast her.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *