Hvirlan ger innrás á Stórmót í Reykjavík

Hvirluvindarnir tørna til aftur í morgin :-)
04.01.2011
Hvirlurnar væl framkomnar
21.01.2011

Hvirlan ger innrás á Stórmót í Reykjavík

Í 2010 var Hvirlan á fyrsta sinnið við í stóru innandura kappingini í Reykjavík, Stórmót ÍR. Hetta var so væleydna at tað verður endurtikið í 2011. Munurin er tó, at hesaferð er ferðalagið nærum dupult so stórt. Í alt fara 20 fólk av stað, harav 17 íðkarar.

Frælsa-árið er vanliga deilt upp í tvey, við eini innandura og eini uttandura sesong. Av tí at ongin høll er í Føroyum so er ongin innandura venjing ella kapping. Tí er Stórmót ÍR eitt gott høvi hjá teimum ungu at royna seg í innandura kapping. Harafturat er tað íslendska vinarfelagið hjá Hvirluni (ÍR) , ið skipar fyri kappingini. Túrurin verður tí sjálvandi eisini nýttur til at knýta enn fleiri vinarbond.

Góða sponsor samstarvið við Tryggingarfelagið Føroyar er viðvirkandi til – saman við lán av ÍR húsinum til gisting – at vit aftur í ár kunna halda egi-gjaldið so lágt, at tað ikki er ein forðing fyri luttøku. Harafturat hava vit valt at fara til Íslands fríggjadag og koma aftur mánadag so at tey, sum ganga í skúla, ikki fáa trupulleikar av ov nógvari fráverðu.

Í Hvirluni verða allar greinar – undantikið stangarlop – vandar, og sæst tað aftur á tilmeldingini.  Hvirlan hevur 21 startir í sprint, 6 í forðarenning, 2 á miðteinum, 18 í lop og 9 í kast, og er tað deilt á bólkarnar G12, G13, D13, G15, D16-17 og menn.

Vit fara at royna at leggja frágreiðingar, úrslit og myndir her á síðuna hvørt kvøld vit eru í Íslandi.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *