Hvirlan ger eisini um seg á longru teinunum!

Hvirlukvøld við góðum tilboðum í Intersport!
15.04.2013
Opnar kappingar
28.04.2013

Hvirlan ger eisini um seg á longru teinunum!

Tá árliga flaggdagsrenningin fór fram í dag vóru tað fleiri limir í hvirluni, ið høvdu avgjørt at luttaka. Hvirlan var umboða í flestu bólkunum.

Hjá dreingjunum gjørdi Dánjal Dahl Ljósheim ikki mætari enn at vinna bólkin. Dánjal hevur vant væl í vetur, og er lítil ivi um at kombinatiónin av mið-/langteina venjingin hjá Rigmor og sprintvenjingin hjá Tummas Napoleon, Trygva og Helga gav honum tað, sum skuldi til, tí hann megnaði at fylgjast við teimum bestu allan vegin, og í spurtinum vísti hann sprint-styrkina og vann eitt trygt gullmerkið. Hetta man verða fyrsta gullmerkið, ið Hvirlan hevur vunnið á Flaggdagsrenningini. Elias Torsteinsson fekk eisini eitt gott úrslit, meðan Rebecka M. Jørgensen fekk eitt flot fimtapláss hjá gentunum.

Hjá teimum vaksnu vóru nógv við. Hetta sæst tó ikki aftur á úrslitalistanum, tí har sæst bara um onkur hevur kappast fyri eitt lið. Nýggi reyði kappingarbúnin, sást tó væl millum hinar rennarnar. Hjá kvinnunum vísti Rigmor N. Arge, at henni kann man altíð rokna við, tí hon vann eitt trygt silvurmerkið aftanfyri Rebecku Fuglø. Rigmor bøtti um sítt persónliga met, ið er stak flott av einum nú eldir rennara, sum venur langteinar. Hetta var fyrstu fer í meir enn 10 ár hon var við.

Birna Mohr Joensen bøtti setti eisini persónligt met, við meira enn 3 minuttum. Hetta er sera gott, tí at hon venur í løtuni til marathon í Keypmannahavn og er tí í tungari venjing.

Hvirlurnar Tóra Petursen, Bjørghild Hákunardóttir, Beinta Danielsen og Rigmor N. Arge luttóku í liðkappingini við Team Psyco, sum eisini hevur luttikið á Virkisleikum, sum Hvirlan skipar fyri annað vikuskiftið í septembur.
Tóra, Beinta og Bjørhild runnu fyri fyrstu ferð á Flaggdegnum.

Birna Mohr Joensen vann liðkappingina á liðnum LS 3, saman við Hergerð og Louisu.

Fleiri myndir eru í myndasavninum. Úrslitini hjá teimum vaksnu síggjast her, og hjá børnunum her.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *