Hvirlan fyrsta heiðursmerkið á FM í Cross

Gevandi venjingarlega í Reykjavík
03.02.2013
Sjey hvirlu-venjarar farnir undir venjara-2 útbúgving.
10.02.2013

Hvirlan fyrsta heiðursmerkið á FM í Cross

Fyri fyrstu ferð var Hvirlan umboðað í kapping um FM í Cross renning. Tað var Birna Mohr Joensen, sum hevði avgjørt at royna seg í góðveðrinum. Kappast var á gøtunum nærhendis Studentaskúlan í Hoydølum. Hóast kalt og nakað av kava, so var hálka ikki ein trupulleiki.

Birna, ið venur hósdagar hjá Rigmor N. Arge, rann eina góða kapping, tí hóast hon ikki hevur r0ynt seg í hesi kapping áður, so endaði hon við at vinna sær og Hvirluni eitt broncumerkið aftanfyri Rebecku Fuglø (Treysti) og Duritu á Lofti (Bragdið). Dysturin um broncuna var tó ikki lættur tí Ann Thomsen úr Bragdinum og Ellu Áarstein úr Treysti lógu framvið, men tað var tó Birna sum vísti seg at verða tann stinnasta.

Eftir kappingina var kaffi og kaka til luttakarnar. Fleiri myndir, úrslit og frágreiðing er at finna her.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *