Hvirlan flúgvandi til FM

Rúni skjótasti maður í Føroyum í 2014
03.08.2014
NATLOC 2014 – spennandi náttúrurenning runt Suðurstreym
05.08.2014

Hvirlan flúgvandi til FM

Hvirlan er yngsta felag í landinum, og í limatali eitt av teimum smáu, men á stóra-FM, vísti felagið at hon er sterk, tí limirnir ognaður sær 16 av 34 gullmerkjum, 13 av 28 silvurmerkjum og 10 av 18 broncumerkjum.

Annar dagurin á stóra-FM byrjaði við rimarenning. Eins og so ofta áður, so var bar Hvirlan umboðað í hesi tekniskt krejvandi grein. Hjá kvinnunum var Edna Maria Debes einasti luttakari. Hon eigur føroyska metið, men í sterka mótvindinum var ongin vón um at bøta um føroyska metið. Edna Maria megnaði tó at halda 3-stigs rútmu millum fyrstu forðingarnar, men mótvindurin gjørdi at hon noyddist niður á 4-stig og gjørdi tað at hon endaði uml. 1 sek frá føroyska metinum. Tíðin hjá henni gjørdist 19,52 sek við einum mótvindi uppá 2,5 m/s.

100mh-k

Hjá monnunum royndu Trygvi Z. Laksáfoss og Helgi Geyti seg. Trygvi fekk betra startin, meðan Helgi misti rútmuna til fyrstu rim. Hetta merkti at málið hjá Helga broyttist frá at vinna til at gjøgnumføra, tí uttan rútmu, er onki at gera. Trygvi helt tó rútmuna og vann trygt við 19,11 sek, meðan Helgi kom á mál við tíðini 24,54 sek.

110mh-m

Spjótkast hjá kvinnum var næsta greinin, og har var Hvirlan umboða av Maritu K. Petersen og Ednu Mariu Debes. 16 ára gamla Marita er nógv tann besti spjótkastarin vit eiga, og vísti hon tað við at kasta øll síni kast fleiri metrar longri enn longsta kast hjá nummar tvey. Hennara longsta kom í fimta umfarið tá spjótið lendi á 34,02 m, ið er betran av hennara egna bólkametið. Hetta er lítlan metur frá oyggjaleikakravinum, og eisini lítlan metur styttri enn broncumerkið fór fyri á Bermuda í 2013. Edna Maria endaði á fjóra plássi.

jav-k

Trýstøkk hjá monnum var, sum í flestu tekniskum greinum, ein innanhýsis kapping í Hvirluni. Hesa kapping vann Øssur Debes Eiriksfoss trygt við 13,73 m, ið er ½ m longri enn oyggjaleikakravið. Tíðanverri var vindurin ov nógvur til at kravið kundi góðkennast. Bogi Berg gjørdist nummar tvey við 12,63 m, meðan 15 ára gamli Tóru Mortensen leyp 11,78 m og valdi síðan at steðga. Tórur hevur annars etablera seg sum ein av teimum allar bestu í sínum aldusbólki (16-17 ar) i danska kongaríkinum.

3-stoekk-m

So vóru tað mennirnir, sum skuldu kasta spjót. Her var ongin spenningur um hvør fór við sigrinum, tí Hanus Bergsson er í einum flokki fyri seg. Hansara styttsa kast var næstan 6 m longri enn longsta kast hjá silvurvinnarnum. Umstøðurnar til spjótkast vóru tó alt annað enn góðar, men hóast hetta so hevði kasti hjá Hanus rokkið til eitt fjóra pláss í kapping um danska meistararaheitið, ið var samstundis. Tróndur Arge bøtti um sítt persónliga met við uml 3 metrum til 46,02 m og rakk tað til broncumerkið. Helgi Geyti, ið hevur ein góðan teknik, mátti hesaferð síggja kastarar við góðum armi fara framvið. Helgi endaði á fjóra plássi við 44,8o m, meðan Kristian Martin Garðalíð kastaði 28,72 m.

spjot-m

Marita og Edna Maria vóru farnar í gongd við hæddarlop hjá kvinnum meðan mennirnir kastaðu spjót. Edna Maria eigur føroyska metið, men pausan frá frælsum sást, og endaði hon við at leypa 22 cm lægri enn hennara føroyska met. Marita leyp eins høgt og silvurvinnarin, men endaði sum nummar trý, tí hon reiv eina ferð á 1,25 m.

haedd-k

Í kúlustoyt hjá monnum er tíðin farin, har ein kundi møta upp og ogna sær heiðursmerkið. Hetta sæst aftur á luttaralistanum, ið er minkaður munandi í takt við at støði hjá teimum bestu er hækkað. Hesaferð stóð dysturin millum Hans Hjørleiv Magnussen, Steinolv Geyti og Kristian Martin Garalíð. Steinolvur vann FM í 2013, men hevur havt skaða í knæðnum og kundi hann tí ikki nýta atrenning. Hann kom tó út á 10,17 m, ið er 3 cm styttri enn í 2013. Hesaferð rakk tað tó ikki til at vinna meistaraheitið tí Hans Hjørleivur kom heilt út á 10,58 m, ið er góðan metur longri enn hann hevur verið úti við 7,26 kg kúluni áður. Sostatt vann Hans Hjørleivur sítt fyrsta føroyska meistaraheitið. Kristian Martin, sum fyrr í summar var og royndi seg í europameistaraheitinum fyri menningartarna í Hollandi, var líka í hølinum á hinum báðum. Hansara longsta var 9,46 m, ið er 5 cm longri enn hann megnaði í Hollandi.

kula-m

Øssur og Trygvi vóru farnir í gongd við hæddarlop meðan mennirnir stoyttu kúlu. Trygvi hevur ikki lopið hædd allan veturin vegna skaða í knæum, men valdi allíkavæl eina agressiva strategi. Hann leyp 150 cm og fór so heilt upp á 170 cm. Hann var líka við, men yvirliggjarin valdi at detta og sostatt var 150 cm besta góðkenda royndin hjá Trygva. Øssur byrjaði á 160 cm, sum hann kom lættliga uppum, sama gjørdi hann á 180 cm og so legði hann yvirliggjaran á 185 cm, ið er oyggjaleikakrav. Hann kom lættliga uppum, men tað bleiv eisini endastøðin hjá honum, tí hesaferð kom hann ikki uppum 190 cm.

haed-m

Kúlustoyt hjá kvinnum var ein dystur millum Maritu og Ednu Mariu. Hvørgin venur kúlustoyt, men grundvenjing er á eini leið, tí báðar komu útum 8 m. Tað var tó Marita sum dróg longra stráði við 8,51 m, meðan Edna Maria kom út á 8,05 m. Báðar bøttu tær munandi um síni respektivu bólkamet.

Tær báðar hildur áfram til trýstøkk. Her var vanta at dysturin teirra millum skuldi standa um silvurmerkið, men Maritu so líkt, so hækkaði hon sítt støði eitt trin, tí øll hennara fýra góðkendu lop vóru nóg long til at vinna gull. Eisini vóru tey øll langt omanfyri føroyska metið, men vindurin var tíðanverri ov nógvur til at metini kundu góðkennast. Longsta lopið kom í fimta umfarið, har hon leyp 10,28 m, ið er 65 cm longri enn føroyska metið, men vindurin var 0,5 m/s ov nógvur til at metið kundi góðkennast. Lopið er bara nakra cm styttri enn bronculopið á Bermuda. Edna Maria leyp 9,26 m, ið rakk til brocumerkið.

3-stoekk-k

Meðan kvinnurnar lupu trýstøkk, var finalan á 200 m hjá monnum. Her var Tummas Napoleon klárur eftir ein fyri hann skuffandi dag í gjár. Hann hevði valt at broyta startin drastiskt, og vísti tað seg at verða ein góð avgerð, tí hann kom munandi betur avstað, og hesaferð var hann frammanfyri eftir 20 m. Hann hevði to ein lítlan trupulleika við baklærinum. Hann bardist tó á mál á fyrsta plássi, við tíðini 24,76 sek.

200m

So var bara langa boðrenningin eftir. Hvirlan hevur ongan 400 m rennara, men valdi at savna eitt lið allíkavæl. Á liðnum vóru trýggir leyparar (Øssur, Trygvi og Tórur) og ein kastari (Hanus). Teir skuldu royna seg móti tveimum liðum av rennarum. Fyrsta túr á átti Tórur, og hann rann so mikið væl at hann avleveraði til Hanus beint aftanfyri nummar eitt. Hanus rann so mikið væl at hann avleveraði á einum tryggum fyrsta plássi. So var tað Øssur sum fekk depechina. Hann økti eisini eitt vet um leiðsluna, men Trygvi átti urias-postin, tí hann skuldi renna móti nógv besta 400 m rennara her heima, og hóast Trygvi stríddist væl, so endaði hann eitt vet aftanfyri vinnaran, men tó á tryggum øðrum plássi. Tíðin gjørdist 3 min 47,81 sek, ið bara eru smá 11 sek frá føroyska metinum. Um hesir fýra fingu eitt sindur av sprintúthaldinheitsvenjing, so er ongin ivi um at føroyska metið frá Álandi 1991 bleiv tikið.

4x400

Øll úrslitini koma á www.fif.fo. Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *