Hvirlan flotta byrjan í Grand Prix á breyt

Birna Mohr Joensen runnið sítt fyrsta marathon.
19.05.2013
Stuttleikir 2013
29.05.2013

Hvirlan flotta byrjan í Grand Prix á breyt

Grand Prix fyri børn, ung og vaksin á breyt byrjaði á Tórsbreyt. Kappast var sum vant á einum sprint teini, einum mið-teini, einum kasti og einum lopið í øllum bólkum. Hvirlan var væl umboða í flestu bólkum, og fóru hvirlurnar heim við nógvum flottum úrslitum.

Gentur 8-9 ár

Børka Berg Jørgensen, Barbara Hammer Anjudóttir og Ester Ellingsgaard byrjaði við at renna 60 m. Børka var í tøttum dysti um gullið allan vegin, men hesaferð var hon ov stutt. Úrslitið gjørdist tó eitt persónligt met við 0,22 sek. Hetta var fyrsta kapping hjá Barbaru og Ester, men tað sást ikki, tí Barbara gjørdist nummar trý við tíðini 10,78 sek, meðan Ester rann teinin uppá 11,28 sek.

Bóltkast var næsta greinin, og her legði Barbara út við at kasta 19,42 m og legði hon seg sostatt 5 m framum Børku. Børka minkaði um munin í øðrum umfarið, men ikki fyrr enn í triðja fór hon framvið, tá hon kastaði 20,63 m. Tað er 2 m longri enn hon hevur kastað áður. Ester kastaði 15,44 m, ið rakk til eitt triðjapláss.

Genturnar fóru so til longdarlop, har tær ikki gjørdu mætari enn aftur at taka tey trý fremstu plássini í kappingini. Longst út kom Børka við 3,18 m, ið er 10 cm longri enn hon hevur lopið áður, tað er eisini longri enn gamla bólkametið. Barbara leyp 2,92 m, meðan Ester leyp 2,61 m.

Gentur 10-11 ár

Fyrsta greinin var 100 m, har Natasja Anjudóttir royndi seg í síni fyrstu kapping í frælsum. Hon vann sín riðil trygt við tíðini 16,57 sek, ið rakk til eitt samla fjóra pláss. Ein flott debut.

Bóltkast var næsta greinin, og her megnaði Natasja at kasta 145 g tunga bóltin út á 27,55 m, ið rakk til eitt triðjapláss í kappingini

Síðsta greinin var 600 m, har Natasja aftur stóð klár á startinum. At hetta var fyrsti 600 m hjá Natasju sást ikki, tí hon rann eina flotta kapping, og gjørdist nummar trý, einas 2/100 sek frá øðrum plássi. Tíðin hjá Natasju var 2 min 12,31 sek.

Dreingir 10-11 ár

Teir 10-11 ára gomlu dreingirnir byrjaðu við at kasta bólt. Her vóru tríggar hvirlur, ið debuteraðu í frælsum. Pauli Jacobsen, legði hart út við einum kasti uppá 43,15 m, ið endaði við at verða hansara longsta. Hetta var góðar 10 m longri enn gamla bólkametið. Silas Wang kom eisini útum gamla bólkametið við einum kasti uppá 33,60 m, ið rakk til eitt annaðpláss. Mattias Nolsøe, ið er eitt ár yngri enn hinir, kastaði 31,31 m, ið rakk til eitt fjórapláss.

Allir tríggir hildu áfram til 100 m. Her var Mattias skjótasta hvirlan við 17,17 sek, meðan Silas kom á mál við tíðini 18,43 s og Pauli við tíðini 19,29 sek.

Í hæddarlopi vóru aftur allir við. Teir byrjaðu gott og komu allir uppum fyrstu fýra hæddirnar. Á 1,10 m gekk tó ikki longur hjá Mattias og Paula, ið sostatt endaðu á 1,05 m. Silas kom eisini uppum 1,10 m, ið var tað hægsta hann kom uppum hesaferð.

Á 600 m teininum royndu Pauli og Silas seg. Pauli kom á mál við tíðini 2 min 22,21 sek, meðan Silas nýtti 2 min 25,06 sek um teinin.

Gentur 12-13 ár (árg. ’00-’01)

Fyrsta kapping hjá 12-13 ára gomlu gentunum var diskuskast. Her vóru Bjørk Sigurðsdóttir Lamhauge, Guðrið Káradóttir Petersen og Helena Svabo Ziska klárar at royna seg. Guðrið var í einum klassa fyri seg. Hennara longsta var 13,77 m, meðan Helena á triðja plássi kastaði 10,49 m. Bæði eru persónligt met við góðum metri. Bjørk kastaði væl, men tíðanverri lendu tey uttanfyri góðkendu zonuna har diskarnir skulu lenda, og tí fekk hon onki kast góðkent.

Eftir diskuskast fóru genturnar til 100 m renning. Har var Bjørk endað í øðrum riðli, meðan tær vantandi skjótastu vóru í fyrsta riðli. Hetta nervaði tó ikki Bjørk, tí hon vann sín riðil trygt, og tá gjørt var upp, so vann hon greinina við tíðini 15,28 sek, ið er persónligt met við næstan einum sekundi. Guðrið kom á mál við tíðini 17,42 sek, og Helena við tíðini 18.44 sek. Báðar bøttu tær um síni persónligu met.

Guðrið var einsamøll at royna seg í hæddarlopi. Her kom hon uppum allar hæddir til og við 1,05 m í fyrstu roynd. Hon hevði eisini eina roynd á 1,10 m, ið var so nær við at tey  flestu vantaðu at yvirliggjarin bleiv liggjandi, men so var ikki. Guðrið endaði sostatt á øðrum plássi við enn einum persónligum metið.

Dreingir 12-13 (árg. ’00-’01)

Teir 12-13 ára gomlu dreingirnir byrjaðu, eins og genturnar við diskuskast. Her legði Dánjal Dahl Ljósheim seg á odda í fyrsta kasti. Hetta kasti var nóg langt til gullmerkið, men í síðsta umfarið økti hann til 19,45 m, ið er bólkamet. Dávið kastaði 15,74 m, ið er 5½ m longri enn gamla persónliga metið hjá honum. Kristian Debes Kúrberg ognaði sær eisini eitt persónligt met við 13,89 m.

Næsta greinin var 100 m renning, har Kristian og Dánjal royndu seg aftur. Her fingu teir tó selskap av Elias Tórsteinsson. Skjótastur var Dánjal við 14,93 sek, ið er 0,17 sek skjótari enn persónliga metið hann setti fyri einans 14 døgum síðani. Elias gjøgnumførdi við tíðini 16,22 sek og Kristian við tíðini 19,36 sek.

Á 600 m teininum royndu teir tríggir seg aftur. Her var lagt hart út, men Dánjal megnaði at fylgja við, og á málinum segði tíðin 1 min 51,56 sek, ið er 6½ sek skjótari enn hann áður hevur runnið teinin. Elias kom á mál tíðini 2 min 07,85 sek, er er 1½ sek skjótari enn hansara gamla met. Kristian bøtti um sítt met við 2½ sek, tá hann kom á mál við tíðini 2 min 13,68 sek.

Eftir 600 m var bara hæddarlop eftir, og her royndu allar fýra hvirlurnar seg, og vísti hetta seg at blíva ein óvanliga spennandi kapping, har 5 cm vóru millum teir fýra fremstu tá avtornaði. Byrjað var á 1,00 m, har allir komu uppum, eins og teir komu uppum 1,05 m. Hetta var tað hægsa Kristian leyp, og ognaði hann sær harvið eitt persónligt met. Dánjal, Dávið og Elias fylgdust so upp á 1,20 og 1,25, har Dávið kom uppum í fyrstu royndini, meðan hinir noyddust at nýta tvær royndir at koma uppum. Sostatt lá Dávið á fyrsta plássi. Á 1,30 m kom Dávið aftur uppum í fyrstu royndini, og tangeraði hann harvið sítt persónliga met. Dánjal og Elias rivu báði niður fyrstu ferð. Báðir vóru teir tó líka við, og í næstu royndini kom Elias uppum. Dánjal kom tó ikki uppum, og endaði hann á 1,25 m, ið er 5 cm hægri enn hann áður hevur lopið. Bæði Dávið og Elias høvdu fleiri góðar royndir á 1,35 m, men hesaferð kom hvørgin uppum. Dávið endaði sostatt sum nummar eitt frammanfyri Elias í kraft av at hann kom uppum 1,30 í fyrstu royndini, ið er 7 cm hægri enn hann áður hevur lopið, meðan Dánjal gjørdist nummar trý.

Gentur 14-15 ár

Marita Káradóttir Petersen, Rebecka Monja Jørgensen og Alda Sigurðsdóttir Lamhauge umboðaðu Hvirluna í hesum bólkinum. Fyrsta kapping var trýstøkk har Marita og Rebecka vóru við. Marita, ið var einasta genta í kom útum 9 m, leyp 9,46 í fyrsta umfarið. Hon økti í øðrum til 9,58 m, ið er persónligt met og einans 5 cm frá føroyska metinum. Rebecka kom út á 7,37 m, ið er persónligt met.

So var 100 m á skránni. Her var Marita í fyrra riðlinum tær á pappírinum skjótastu vóru við. Hon gjørdist nummar tvey við tíðini 14,52 sek. Alda og Rebecka vóru í øðrum riðli. Her fekk Alda ein sera góðan start, men hon bleiv heinta á síðstu metrunum. Tað vísti seg tó at hon bøtti um sítt einans 15 dagar gamla met við 0,35 sek, so tað nú er 14,35 sek. Hetta rakk til eitt samla annaðpláss í bólkinum. Rebecka bøtti eisini um sítt met, so tað nú er 16,55 sek.

Síðsta greinin var diskuskast, har Marita og Rebecka royndu seg. Marita kastaði 24,04 m, ið er góðar 3 m longri enn gamla bólkametið. Rebecka kastaði 750 g tunga diskin út á 12,78 m, ið er persónligt met.

Dreingir 14-15

Tórur Mortensen og Jákup Dahl Ljósheim umboðaðu, eins og so ofta áður, Hvirluna í hesum bólkinum. Trýstøkk var fyrsta greinin, og har vísti Tórur at hann er í einum klassa fyri seg, tí hann leyp 11,20 m í fyrsta lopið, og var tað 17 cm longri enn bólkametið hann sjálvur setti fyri tveimum vikum síðan. Jákup, ið stríðist við ein skaða í knæðnum, leyp 9,17 m.

Eftir trýstøkk stóð diskuskast á skránni. Her stóð dysturin aftur millum tær báðar Hvirlurnar. Munurin var tó at dysturin var væl tættari hesaferð. Tórur var tó tann stinnari, tí hann ognaði sær sigurin við at kasta 1 kg tunga diskin út á 22,50 m. Jákup kastaði 18,27 m. Kasti hjá Tórur er 3 m longri enn hann hevur kasta áður.

Teir báðir fóru beina leið til 100 m startin. Her fekk Tórur ein góðan start og vann við tíðini 13,43 sek, ið er 0,12 sek skjótari enn hann hevur runnið teinin áður. Jákup rann teinin uppá 14,75 sek.

Jákup var einsamallur at royna seg á 1000 m teininum. Her rann hann móti eldru bólkunum, og gjørdi tað at tempo var rættuliga høgt. Tíðin hjá Jákup gjørdist 3 min 21,53 sek, Tað er 20 sek skjótari enn hann áður hevur runnið teinin.

Gentur 16-17 ár

Fyrsta greinin hjá teimum 16-17 ára gomlu var trístøkk, har Edna Maria Debes royndi seg aftur, eftir ein steðg uppá nærum eitt ár. Tað sást at hon ikki hevur kunnað vant lopstyrki ella trýstøkk, hóast hetta so vann hon trygt við einum lopið uppá 8,71 m, ið er bólkamet.

Eftir trýstøkk var diskuskast á skránni, her var Enda Maria við aftur, men hesafer fekk hon selskap av Bjørk Reynagarð Svabo. Her vóru gomlu reglarnir nýttir og tí kastaðu genturnar við 1 kg diskinum. Bjørk vann tryggan sigur við 17,10 m, meðan Edna Maria kastaði 13,33 m á øðrum plássi.

Síðsta kapping við hvirlu-umboðan hjá 16-17 ára gomlu gentunum var 100 m, har Edna Maria var við. Edna Maria fekk ein minni góðan start, men kempaði væl og kom á mál við tíðini 14,17 sek, ið rakk til eitt fyrstapláss í bólkinum.

Dreingir 18-19 ár

Fyrsta kapping við hvirlu-umboðan var 100 m, har Tummas Napoleon Arge, Trygvi Laksáfoss og Hallur Simonsen luttóku. Tummas Napoleon hevur vant val, og tí var vantandi at hann fór at verða drúgvur, og so var. Tíðin hjá honum var 11,88 sek, ið er persónligt met við 0,25 sek. Næstur á mál var Trygvi við tíðini 12,08 sek. Kanska meir yvirraskandi var tað at diskuskastarin Hallur kempaði seg fram á eitt triðjapláss á síðsta metrinum. Tíðin hjá Hallur var 12,14 sek, ið er 0,57 sek skjótari enn gamla persónliga metið hjá honum.

Diskuskast er grein har Hvirlan ofta er væl umboða og so var eisni hjá teimum 18-19 ára gomlu dreingjunum, tí heilir sjey vóru við. Tað var vantandi at Hallur fór við sigrinum, men tá hann í fyrsta kasti rakti búrið og diskurin í næsta kasti lendi uttanfyri kasti-sektorin, var brádliga spenningur um hvørt hann skuldi fara heim við ongum. Í tríðja fekk hann tó rætningin uppá pláss og tá diskurin lendi á 39,56 m var kappingin avgjørd, tí næsti maður (Tróndur Arge)  kastaði 28,28 m, meðan Hanus Bergsson á triðja plássi kastaði 25,29 m. Steinolvur Geyti kastaði 24,27 m, Rúni Jacobsen 23,15 m, Hans Hjørleivur Magnussen 19,57 m og Teitur Arge Seloy kastaði 14,12 m. Úrslitini hjá Trónur, Hanus, Rúna, Hans Hjørleivi og Teitur eru persónlig met.

Kvinnur

Louisa Svabo var einsamøll kvinna í reyðum hesaferð. Hon royndi seg á fyrsta sinnið í diskuskast. Hon kastaði 1 kg tunga diskin út á 16,58 m.

Menn

Hjá monnunum vóru tríggir luttakarar, allir í reyðum. Her var Helgi favorittur undan kappingini, men ein skaði gjørdi at hann ikki kundi kýta seg og tí var spenningur í. Tað endaði eisini við at Rógvi Højgaard fór við sigrinum við einum kasti uppá 30,68 m, meðan Helgi í fyrsta kasti, har hann kastaði uttan renningarlop 26,41 m, og ognaði sær annað pláss. Nummar trý gjørdist Kristian Martin Garðalíð við einum kasti uppá 20,60 m.

Samanumtikið enn ein sera góður dagur fyri Hvirluna. Næsta umfarið í Grand Prix á breyt er longu um tvær vikur, leygardagin 8. juni. Enn er tilmeldingin ikki klár. Tí mugu íðkarar halda eyga við http://athletics.admind.fo/ fyri at tryggja, at teir ikki verða ov seinir at melda til. Evstamark við tilmelding er týskvøldið 4. juni.

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *