Hvirlan fingið síni fyrstu heiðursmerkið

Kapping í Kasti 5-kampi
11.06.2008
Hvirlan síni fyrstu føroysku met
15.06.2008

Hvirlan fingið síni fyrstu heiðursmerkið

Fimm hvirluvindar luttóku í rennikapping í Hósvík leygardagin. Hesi vóru Emma og Helena (gentur -7 ár), Elias og Bárður (dreingir -7ár) og Emilia (gentur 8-10 ár).Bárður og Elias leggja til bráts

 

Fyrst at royna seg vóru Emma og Helena, og tær løgdu báðar bragdliga frá landi, og vóru millum tær fremstu tá vent var á hálvum teini. Á veg aftur til málið góðu tær tað tær áttu, og tað endaði so við at Emma kom á mál sum nummar trý og Helena sum nummar fimm.

 

Síðan royndu Elias og Bárður seg. Teir gjørdu eins og genturnar, og hildu seg í fremra enda, og heilt til tað restaðu einir 100 m í, lógu teir sum nummar trý og fýra, men tá fór ein framvið, so tað endaði við at Bárður gjørdist nummar fýra og Elias nummar fimm.

 

Síðsti hvirluvindur í eldin var Emilia, og hon vísti frá byrjan av at hon vildi nakað. Hon legði seg á odda og har lá hon líka inntil stutt áðrenn málið, men tá var orkan við at verða uppi, og tvær sluppu framvið, so at Emilia fekk eitt flott triðjapláss.Emilia á pallinum

 

Samanumtikið var tað sera stuttligt at síggja hvirluvindarnar royna seg í dysti mótið øðrum og ikki minst sær sjálvum. Fleiri myndir síggjast her

.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *