Hvirlan ferðabúgvin

Foreldrafundur í ÍSF húsinum um Íslandstúr
15.01.2013
Hvirlan lend
25.01.2013

Hvirlan ferðabúgvin

Heilar 38 Hvirlur leggja leiðina til Reykjavíkar í morgin 25. januar. Hetta er í samband við, at Íslendska vinarfelagið ÍR skipar fyri kappingini Stórmót ÍR. Tað plaga at verða millum 700 og 800 íðkarar, sum dystast í ymsu frælsa-greinunum í flottu Laugardalshøllini.

Endamálið við túrinum er at geva limunum í felagnum møguleika fyri at royna seg í innandura kapping, umframt at styrkja felagskapin í Hvirluni. Tað er sotatt ongi krøv til tey sum eru við annað enn at tey venja miðvíst. Málini hjá tí einstaka í Íslandi eru sett við útgangspunkt í hvar viðkomandi er í mun til egna venjingarstøðu. Túrurin er stuðlaður av NATA umframt at høvuðsstuðulin INNI eisini er við til at gera tað møguligt hjá Hvirluni at lyfta hesum átakið fíggjarliga.

Skráðin hjá Hvirluni er, sum vant, sera fjølbroytt. Hvirlur luttaka í greinunum: 60 m, 200 m, 400 m, 600 m, 800 m, 1500 m, 3000 m, 60 m forðarenning, longdarlop, hæddarlop, trýstøkk og kúlustoyt. Einasta grein har ongin Hvirla er við er sostatt í stangarlopi. Av teimum 38 í ferðalagnum eru 34 íðkarar, har 32 eru yngri enn 23 ár. Tilsamans eru 90 startir hjá Hvirluni.

Skráðin hjá Hvirlunum sæst her. Fyrra síðan er leygardagurin, meðan tann seinna er sunnudagurin.

Meðan kappingin er býr hvirlu-ferðalagið í felagshúsinum hjá ÍR.

Mánadagin fara so tey yngru og flestu leiðarnir heim. Tólv íðkarar og ein leiðari verða eftir í Reykjavík, har tey fara at venja komandi vikuna. Henda venjing er skipa á tann hátta, at Hvirlurnar partvís koma at venja saman við íðkarum í ÍR, og fáa vegleiðing frá venjarum har og partvís koma hvirlurnar at venja sjálvar. Tað er tó ongin ivi um at sambandi við ÍR kemur at verða tættari knýtt eftir venjingarleguna enn áðren, og er tað eitt endamál við vinarfelags-tankanum og túrinum til Íslands.

Úrslit, frágreiðingar og myndir koma at verða lagdar út á www.hvirlan.fo hvørt kvøld tá kappast verður og annars eftir tørvi.

 

1 Comment

  1. Palma Petersen says:

    Góða eydnu røsku Hvirlur 🙂

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *