Hvirlan eigur fyrstu føroysku instruktørarnar í frælsum ítróttum

Hotel Føroyar Cross
21.11.2011
Nøgdir luttakarar í góðveðrinum
27.11.2011

Hvirlan eigur fyrstu føroysku instruktørarnar í frælsum ítróttum

Í vikuskiftinum luku Heri og Randi enn eitt instruktørprógv. Hetta merkir, at førleikin at útbúgva venjarar, ið kunnu standa fyri frælsavenjing fyri børn upp til 14 ár, er her heima á klettunum. Tað er ofta kostnaðarmikið at fáa skeiðsleiðarar henda veg, og at av tí sama verða skeiðini so intensiv, at fleiri aftra seg, eins og tað ikki altíð er vist, at ein fær so nógvar venjarar burtur úr skeiðunum, sum ein vildi ynskt. Hetta átti alt at verið lættari nú, t.d. hava Heri og Randi royndir við at skipa fyri venjaraskeiði, har skeiðið varð hildið 2 leygardagar við trimum vikum millum. Hetta tóktust fólk vera nøgd við, tí tey fingu bæði havt vikuskifti og tíð at lata tingini sodna og festa seg.

Sum kunnugt hevur FÍF havt gott og tætt samstarv við svenska frælsasambandið, og tað er eisini útbúgvingartilboð frá teimum, sum Heri og Randi hava tikið av. Skeiðsleiðararnir vóru dugnaligir og væl fyrireikaðir, og skeiðsluttakararnir fyrikomandi og ídnir. Eitt vikuskifti, ið eins og skeiðini higartil var merkt av væl grundaðari vitan og kunning um øll viðkomandi viðurskifti, ið hava við frælsar at gera.
Íðkarin var í miðdeplinum, men dentur var aftur og aftur lagdur á, hvussu týdningarmikið tað var at hugsa víðskygt og langskygt. Íðkarin skal fáa eitt gott og dygt støði at mennast á, so hann tolir beinharða venjing, tá hann gerst vaksin. Sama góða venjing kann vera beinleiðis skaðilig og oyðileggjandi fyri ungan íðkara, sum ikki er búgvin til hana.
Enn eina ferð mátti ein bara sanna, hvussu miðvíst og væl skipað organisatoriska arbeiðið er hjá svenska frælsasambandinum. Ivaleyst hava tey eisini fleiri miðlar at arbeiða við, men tað er ikki bara tað, – leiðararnir hava nógvar royndir á baki og vita so ótrúliga nógv, sum teir so fegnir vilja læra onnur, eins og fleiri av luttakarunum vóru virkisfús og ágrýtin.

Eitt gott skeið, og Heri og Randi vóna, at føroyingar fara at taka av skeiðstilboðnum, sum snýr seg um venjaraprógv 7-10 ár, 10-12 ár og 12-14 ár. Heri og Randi hava bæði instruktørútbúgving yngstu børnini, men bólkurin 10-14 er tvíbýttur og standa ávikavist Randi og Heri fyri teimum próvnum.

1 Comment

  1. Hallur Holm says:

    Tillukku tit bæði.

    Sera gleðiligt, at vit nú hava føroyingar, sum sjálvir kunnu standa fyri venjaraskeiðum!!

    Hallur

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *