Hvirlan broncumerkið á Skála!

Frælsar í sól, men frískum loti
11.06.2009
179 børn stuttleikaðu sær á Stuttleikum
14.06.2009

Hvirlan broncumerkið á Skála!

Hvirlan hevur higartil mest gjørt vart við seg millum tey ungu og á breyt, men nú byrja úrslit eisini at vísa seg á longru teinunum eisini. Tað var tá Birna Abrahamsen og Brian Smedemark royndu seg á Fjarðastevnu, har bæðið menn og kvinnur runnu 8,7 km.

Birna gjørdi ikki mætari enn at renna seg fram á eitt triðjapláss við tíðini 41 min 28 sek. Frammanfyri hana vóru oyggjaleikaluttakarnir Bjørk Herup Olsen og Rebekka Fuglø sum báðar fara til oyggjaleikirnar um tvær vikur. Hjá monnunum gjørdist Brian nummar 11 við tíðini 35 min 21 sek.

Tað er lítið at ivast í at góða venjingin, sum Hans stendur fyri er partur av frágreiðingini um stóru framgongdina, sum hesir rennarar kunna vísa.

Fullfíggja úrslit síggjast á heimasíðuni hjá FÍF (www.athletics.fo)

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *