Hvirlan brillieraði í regninum

Føroyskt met til Hvirluna á fyrsta degi á FMU
20.08.2011
Rigmor vann Top Run
28.08.2011

Hvirlan brillieraði í regninum

Tað tyktist sum um veðurguðarnir høvdu avgjørt, at ungu frælsa-íðkarnir ikki skuldu hava tað ov lætt, tí at tað var samregn nærum gjøgnum alla kappingina. Hetta steðgaði tó ongum, tí aftur í dag brillieraðu Hvirlurnar á Tórsbreyt. Tað blivu til fimm bólkamet, umframt 14 gull, 8 silvur og 10 broncu. Samlaða úrtøkan úr FMU var sostatt: 27 gull, 22 silvur og 17 broncu. Hetta kann samanlíknast við úrtøkuna í 2010 har tað bleiv til 15 gull, 17 silvur og 15 broncu.

Gentur 10-11 ár

60 m var fyrsta grein hjá gentunum. Fyrsti riðil var ein uppgerð millum Hvirlurnar, tí har vóru allir luttakarnir í flotta reyða hvirlubúnanum. Tær, sum renna skuldu, vóru Emma Hansdóttir, Bjørk Mohr Joensen, Guðrið Káradóttir Petersen, Helena Svabo Ziska og Turið Biskupstø. Henda riðil vann Bjørk trygt við tíðini 10,42 sek. Tíðin var so mikið góð, at tá talt var upp vísti tað seg at einans tvær í riðli tvey vóru frammanfyri Bjørk, sum sotatt tryggjaði sær broncumerkið í sínum fyrsta starti á 60 m. Turið kom á mál við tíðini 11,36 sek, Guðrið við tíðini 11,46 sek, Emma við tíðini 11,61 sek og Helena við tíðini 11,72 sek. Allar bøttu tær um sítt persónliga met.

Eftir 60 m fóru ungu genturnar til kúlustoyt. Hetta bleiv ein sera stuttlig kapping um silvurmerki millum Emmu, Guðrið og Helenu. Helena var tann fyrsta, sum verðuliga vísti hvat hon kundi tá hon í øðrum umfarið stoytti 2 kg tungu kúluna út á 4,60 m. Hetta var met við næstan ½ m. Guðrið fylgdi henni og stoytti kúluna út á 4,77 m. Emma, sum onki hevði fingið góðkent eftir tvey umfør vísti í triðja hvat hon dugdi, tí hennara stoyt bleiv mált til 4,72 m, ið er nýtt persónligt met. Sostatt fór Guðrið við silvurmerkinum og Emma við broncumerkinum. Turið, sum royndi kúlu fyri fyrstu ferð megnaði at fáa kúluna út á 3,60 m.

Dreingir 10-11 ár

Eins og genturnar, so byrjaðu yngstu dreingirnir við 60 m renning. Her vóru Dánjal Dahl Ljósheim, Dávið Hentze, Elias Torsteinsson og Bárður Jóhansson klárir at royna seg. Í fyrra riðlinum vóru tað Elias Torsteinsson og Bárður Jóhansson, sum royndu seg. Har var Elias tann stinnari og kom á mál við tíðini 10,76 sek, meðan Bárður aftanfyri megnaði at betra um sítt persónliga met, so tað nú er 11,04 sek. Í seinna riðlinum vóru tað Dánjal Dahl Ljósheim og Dávið Hentze, sum royndu seg. Her fekk Dávið ein stak ringan start á vátu breytini. Hann kempaði tó væl, men kundi onki gera við Dánjal hesaferð. Tá riðlarnir blivu lagdir saman, vísti tað seg at Dánjal hevði tryggja sær silvurmerkið, meðan Dávið var 1/100 frá broncumerkinum.

 

Allir høvdu teir hug at royna seg við 2 kg tungu kúluni. Her vísti Dávið tó at hann, í síni fyrstu kapping nakrantíð, var betur enn hinir, tí allar hansara royndir vóru betur enn tann besta hjá nummar tvey. Longsta stoyti hjá Dávið var 7,50 m. Besta stoyti hjá Elias var 5,22 m, meðan Dánjal kom út á 4,86 m og Bárður 4,33 m.

Síðsta einstaklingagrein var 600 m. Her royndu Dánjal, Bárður og Elias seg. Allir løgdu teir eitt sindur róliga út, men tá 200 m vóru farnir, byrjaði serliga Dánjal at økja ferðina. Elias fylgdi við nakað aftanfyri. Dánjal rann so mikið væl, at hann tryggjaði sær eitt broncumerkið við tíðini 2 min 4,77 sek, ið var ein betran av hansara persónliga metið við 11 sekundum. Elias kom á mál við tíðini 2 min 9,11 sek og Bárður við tíðini 2 min 17,76 sek. Bæði úrslitini eru betri enn teirra gomlu persónligu met. 

Gentur 12-13 ár

Eins og í gjár, so vóru genturnar í Hvirluni náðileysar í teimum kapping tær luttóku í. Einasta gull sum ikki kom heim til Hvirluna í hesum bólkinum var 600 m, har ongin luttakari var. Fyrsta grein var tó kúlustoyt, har Marita Káradóttir Petersen, Emilia Larsen og Tinna Berg Jørgensen royndu seg. Marita hevur alt árið verði í serflokki, og so var eisini í dag, tí hon bøtti enn einaferð um bólkametið hjá sær, so tað nú er 9,77 m. Hon vann við meir enn tveimum metrum frammanfyri Emiliu, sum aftur var meir enn ein metur frammanfyri nummar trý. Emilia stoytti kúluna út á 7,52 m, sum er neyvt tað sama hon hevur gjørt áður. Tinna stoytti kúluna út á 5,59 m. Úrsliti hjá Maritu er nýtt bólkamet. Hon átti sjálv tað gamla.

  

Eftir kúlustoyt var 80 m á skránni, og her er tað at Tinna hevur verði í serflokki. Hon gjørdi eisini, sum hon er von við, og vann trygt. Tíðin hjá henni var 111,65 sek. Á øðrum plássi kom Marita við tíðini 12.15 sek. Emilia fekk tíðina 112,99 sek.

Síðsta greinin var longdarlop. Her lupu allar við, og hóast longdirnar ikki vóru tær, sum vit hava sæð fyrr í ár, so endaði tað við Hvirlu sigri. Marita átti longsa lopi við 4,00 m, meðan Tinna og Emilia báðar lupu 3,80 m. Av tí at Emilia hevði eitt betur næst-besta lop, fór hon tó við broncumerkinum hesaferð.

Dreingir 12-13 ár

Neyvt sum hjá gentunum fór Hvirlan við øllum gullinum í hesum bólkinum við undantaki av 600 m renningini. Í gjár var tað Tórur sum fór við øllum, men so var ikki í dag, men hann kom tó heim við einum imponerandi bólkameti. Fyrsta greinin var longdarlop, og her hevur Tórur áður lopi 4,79 m, og hevði hann tí sett sær sum mál at leypa 5 m. Hevði ein 13 ára gamal drongur fyri einum ári síðan sagt slíkt hevði man hugt, men havandi í huga hvat Tórur hevur megna fyrr í ár, so var tað ikki so løgi at hoyra. Tórur vísti longu í fyrsta lopi at hann vildi nakað tá hann leyp 4,58 m. Næsta lopi gav so eitt persónligt met uppá 4,90 m, men tað var í triðja at hann verðuliga livdi upp til síni orð, tí tá mált var upp vísti tað seg at lopi var 5,04 m. Hetta var 24 cm longur enn A-kravið til talentbólkin, og vóru tað einans tríggjir sum lupu longur í vikuskiftinum tvørtur um allar bólkarnar. Ólavur bøtti eisini um sítt met tá hann leyp 4,29 m. Hetta rakk til eitt broncumerki. Jákup leyp 3,75 m, ið eisini er ein betran av hansara persónliga meti. Úrslitið hjá Tóra er nýtt bólkamet. Hann átti sjálvur tað gamla. Viðmerkjast kann at man skal upp til Dreingir 16 áðrenn man finnur eitt bólkamet, sum er betur enn tað hjá Tórur.

So var 600 m á skránni, og hesaferð hevði Hvirlan tveir luttakarar við. Hesir vóru Ólavur og Jákup. Ólavur legði varliga út, og lá á triðja plássi eftir at teinurin var hálvrunnin. So byrjaðu ting at henda. Onkur aftanfyri yvirhálaði og Ólavur sjálvur yvirhálaði onkran. Tá so 100 m var Ólavur í einum tøttum dysti um broncumerki. Henda dyst vann hann tó við einum sterkukm spurti. Tíðin hjá Ólavi var 1 min 53,66 sek, ið er meir enn fimm sekund skjótari enn hann hevur runni teinin áður. Jákup kom á mál við tíðini 2 min 7,18 sek, sum er ein betran av hansara persónliga meti við 5½ sekundi.

So var 80 m á skránni. Á hesum teininum er Tórur ósigraður í ár, og so var eisini í dag. Tórur vann trygt við tíðini 11,58 sek. Ólavur gjørdi, sum í øllum hinum kappingunum hann hevur luttikið í á FMU í ár. Hann bøtti, hóst mót vind, um sítt persónliga met, so tað nú er 12,18 sek. Hetta rakk til eitt broncumerki. Jákup kom á mál við tíðini 13,77 sek, ið eisini er ein betran av hansara persónliga meti.

Síðsta grein hjá teimum 12-13 ára gomlu dreingunum var kúlustoyt, og hesaferð vóru einans Ólavur og Jákup við fyri Hvirluna. Ólavur vísti tó breiddina í Hvirlu-hópinum, tí at hann endaði við at tryggja Hvirluni enn eitt gullmerkið. Tað gjørdi hann við at stoyta tað 3 kg tungu kúluna út á 6,97 m. Jákup kom út á 6,04 m.

Gentur 14-15 ár

Fyrsta grein hjá, tað sum í løtuni eru elstu gentur í felagnum, var longdarlop, har Edna Maria Debes royndi seg. Hon er nýliga byrja at venja miðvíst, og hevur tikið seg støðugt fram. Í dag var hon náðileys tá hon leyp 3,93 m og tryggjaði sær gullmerkið.

Eftir longdarlop var kúlustoyt á skránni. Har vóru Bjørk Reynagarð Svabo og Edna Maria við. Bjørk átti bólkameti undan kappingini og vísti at hon er við at finna stórformin fram tí øll hennara stoyt vóru longur enn gamla bólkametið. Tað longsta var 8,28 m, sum er 20 m longur enn gamla bólkameti. Edna Maria tryggja sær eitt silvurmerkið við 5,87 m. Viðmerkjast kann at úrslitið hjá Bjørk er nýtt bólkamet. Hon átti sjálv tað gamla.

 

Dreingir 14-15 ár

Tóri var einsamallur at umboða Hvirluna í hesum bólkinum. Hann smæddist tó ikki burturímillum tá hann royndi seg, fyrst í kúlustoyti, har hann fyri fáðum vikum síðan bøtti munandi um sítt persónliga met. Framgongdin heldur tó áfram, tí aftur hesaferð bøtti hann um sítt met. Hann endaði við at stoyta 4 kg tungu kúluna út á 8,61 m, ið er 70 cm longur enn gamla meti hjá honum.

Næsta greinin, sum Tóri royndi seg í var longdarlop. Her leyp Tóri 3,43 m, ið tryggjaði honum eitt broncumerki.

Dreingir 16-17 ár

Hamarkast er ein sjálvsamur gestur í kappingum millum ung, men hesaferð var hon við á skránni, og spenningurin millum ungu hvirlu-kastarnar hevur verði stórur. Bjarni Kárason Petersen, Steinolvur Geyti, Trygvi Laksáfoss og Tróndur Arge royndu seg við 5 kg tunga hamarnum. Her vísti Bjarni at hann var tann sterkasti hesaferð. Hansara longsta kast við 5 kg tungar hamarnum var 28,89 m. Honum á baki kom skjótasti maður á Tórsbreyt í gjár, Trygvi, sum kastaði hamaran út á 25,60 m, ið tryggjað honum silvurmerkið 27 cm frammanfyri Trónd. Steinolvur kastaði hamaran út á 22,73 m. Allir settu teir persónligt met. Úrslitið hjá Bjarna er nýtt bólkamet. Helgi átti tað gamla.

 

Eftir hamarkast var trýstøkk á skránni. Her var ikki tann stóri spenningurin um gulli, tí tann einasti sum hevur verði nærhendis Trygva í ár (Rúni Jacobsen) luttók ikki. Trygvi avgjørdi eisini kappingina longu í fyrsta lopi, og slerdi tað fast tá hann í øðrum umfarið bøtti um sítt persónliga met til 11,89 m. Bjarni bøtti um sítt met til 10,86 m, ið rakk til eitt broncumerkið, meðan Steinolvur leyp 10,50 m. Úrslitið hjá Trygva er nýtt bólkamet. Hann átti sjálvur tað gamla.

 

Dreingir 18-19 ár

Elsta Hvirlan til FMU var Helgi Geyti. Hann byrjaði dagin við Hamarkast í bólkinum D18-19, har hann skuldi royna at fáa 6 kg tunga hamaran so langt út sum gjørligt. Hansara longsta kast bleiv mált til 24,88 m, sum er persónligt met.

Helgi royndi seg eisini í trýstøkk, har hann tiðanverri var einsamallur at leypa. Hetta gjørdi tó ikki at hann tók sær av løttum. Hansara longsta lop bleiv mált til 10,57 m, ið einans er nakrar cm frá hansara persónliga meti.

Boðrenningar

Boðrenningarnar hesaferð vóru blandaðar, við tveimum dreingjum og tveimum gentum. Runni var 4×200 m. Hvirlan var einans umboða í tveimum aldursbólkum. Tað var í bólkunum 10-11 ár og 12-13 ár. Fyrst vóru tað tey 10-11 ára gomlu, sum skuldu royna seg. Her byrjaði Helena, og hekk hon væl í hinum liðunum fyrstu 200 metrarnar, har hon skifti til Elias. Hann rann seg eitt sindur fram og skifti til Bjørk, sum megnaði at renna liði upp á eitt triðjapláss. Tá so Dánjal fekk depechina var ongin ivi um hvønn veg tað bar, tí hann økti avstandin aftur til liðið aftanfyri allan vegin og tryggjaði Hvirluni eitt broncumerki. Tíðin hjá Hvirluni var 2 min 29,81 sek.

 

Hjá teimum 12-13 ára gomlu var ongantíð spennginur um úrslitið, tí hartil var Hvirlu-liðið ov sterkt, við teimum skjótastu á nærum øllum plassum. Tinna legði út, og skifti hon næstan 20 m frammanfyri nummar tvey. Ólavur økti eitt vet, og tá so Marita rann triðja túrin, var avstandurin niður til næsta lið útvið 50 m. Hetta gjørdi at Tórur var púra einsamallur tá hann skuldi renna síðsta túrin. Hann royndi tó at pressa tað hann kundi fyri at fáa eina góða tíð. Liðið endaði við at vinna við meir enn 100 m. Tíðin var 2 min 0,05 sek. Stak flott tá hugsa verður um at tey í verðuleikanum runnu einasmøll í undir minni góðum veður-umsøtðum. Hetta var nógv tann skjótasta tíðin á degnum tvørtur um aldursbólkarnar.

 

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *