Hvirlan aftur í hopla á Tórsbreyt

Hvirlur gull í hálvum og heilum marathon
14.06.2015
Hallur, Hanus og Tórur á oyggjaleikir
25.06.2015

Hvirlan aftur í hopla á Tórsbreyt

Triðja umfar av Grand Prix á breyt var leygardagin á Tórsbreyt. Veðrið var gott til at seta met, og vísti tað seg aftur á úrslitunum, tí allar flestu startir hjá Hvirluni endaðu við persónligum meti. Onkur tók eisini bólka og føroyskt met við á vegnum.

Børn -7 ár

Greinin hjá teimum yngstu hesaferð var longdarlop. Her royndu Andrea Heinadóttir, Sigrið Hansdóttir og Terji Dahl Christiansen seg. Andrea leyp 1,26 m, Sigrið 1,69 m og Terji 1,95 m.

b-7

Gentur 8-9 ár

Beinta Debes og Anita Dahl byrjaðu dagin á 80 m teininum. Hjá Anitu var hetta fyrsta kapping í Grand Prix samanhangi, meðan tað var fyrsti startur á 80 m hjá Beintu. Beinta rann teinin uppá 14,94 sek og Anita uppá 17,34 sek.

Beinta og Anita fóru beint frá sprint til bóltkast. Her kastaði Beinta 150 g tunga bóltin 13,05 m, meðan Anita kastaði 11,07 m.

Triðja greinin var longdarlop, har Beinta og Anita aftur vóru klárar. Beinta leyp heilar 2,31 m, meðan Anita bara manglaði nakrar centimetrar til eisini at koma útum 2 m strikuna. Tað longsta gjørdist 1,96 m.

G8-9

Dreingir 8-9 ár

Aleksander Ellefsen og brøðurnir Benjamin og Aron Mikkelsen byrjaðu dagin við 80 m renning. Har lógu Aron og Aleksandur lið um lið allan vegin, og endaði tað við tíðunum 16,47 s (Aleksandur) og 16,74 s (Aron). Benjamin fekk tíðina 21,10 s.

Teir tríggir fóru so til bóltkast. Her kastaði Aleksandur 17,21 m, meðan Aron kastaði 12,00 m og Benjamin 3,80 m.

Triðja greinin var longdarlop, har allir tríggjur aftur royndu seg. Her endaði tað aftur sum ein tættur dystur millum Aleksandur og Aron, har Aron við at leypa 2,44 m, kom 7 cm longri út enn Aleksandur á 2,37 m. Benjamin lehp 1,49 m.

Aron og Aleksandur endaðu dagin við 400 m renning. Her vóru teir aftur í tøttum dysti, har Aleksandur á síðstu langsíðu dró longra strái. Tíðinar gjørdust 1 min 36,87 sek og 1 min 45,43 sek.

D8-9

Gentur 10-11 ár

Børka Berg Jørgensen byrjaði við 80 m renning, har hon var í skjótara riðlinum. Við tíðini 13,54 sek bøtti hon munandi um sítt persónliga met.

Í bóltkasti royndu Súsanna Rúnadóttir og Barbara Hammer seg saman við Børku. Børka kastaði 150 g tunga bóltin út á 30,93 m, meðan Barbara kom út á 27,47 m og Súsanna kom út á 25,62 m. Flott kasta av øllum trimum.

Børka, Súsanna og Barbara fóru síðan til longdarlop. Her leyp Børka heilar 3,61 m, meðan Barbara leyp 3,19 m og Súsanna 2,56 m.

So var 600 m á skránni, og her vóru Barbara og Súsanna aftur klárar. Tíðin hjá Barbaru var 2 min 24,40 sek, sum er tað skjótasta hon hevur runnið. Súsanna skar við tíðini 2 min 29,19 sek meir enn 5 sek av sínum persónliga metið.

g10-11

Dreingir 10-11 ár

Brandur Kjartansson og Harald Egholm byrjaðu dagin á 80 m, har teir runnið inn í ein mótvind uppá 2,0 m/s. Tað var ein tættur dystur teirra millum, har Brandur endaði eitt vet frammanfyri við tíðini 13,37 sek. Tíðin hjá Harald gjørdist 13,72 sek.

Síðan fóru Harald og Brandur til 150 g tungu bóltarnar. Her økti Harald øll kastini og endaði hann úti á 17,50 m. Brandur økti somuleiðis, og í síðsta umfarið kom tað langa. Tíðanverri gjørdi hann yvirtrakk. Tað longsta gjørdist tí 28,20 m.

Triðja greinin har Brandur og Harald royndu seg var longdarlop. Her var aftur tætt teirra millum, tí Harald byrjaði við at leggja seg á odda við 3,19 m, men so svaraði Brandur aftur við 3,20 m áðrenn Harald lukkaði kappingina við at leypa 3,28 m.

d10-11

Gentur 12-13 ár

Lý Høgnadóttir byrjaði dagin við 80 m renning. Hon var í sterkara riðlinum, har hon fekk ein góðan start. Tætt var allan vegin millum fleiri. Lý kempaði væl, og tá tíðin bleiv lisin upp, hoyrdist at hon, hóast munandi mótvind, hevði skorið meir enn eitt sek av síni bestu tíð, so persónliga metið nú ljóðar uppá 12,12.

Lý fór síðan til spjótkast, har Natasja Hammer eisini royndi seg. Hetta var fyrstu ferð tær báðar royndu seg við 400 g tunga spjótinum. Úrslitið gjørdist flott við 15,53 m til Natasju og 12,74 m til Lý.

G12-13

Gentur 14-15 ár

Guðrið Káradóttir Petersen byrjaði dagin við longdarlopi. Hon gjørdi yvirtrakk í fyrsta lopi, men í øðrum leyp hon longri enn hon hevur gjørt áður. Triðja var aftur yvirtrakk, og tíðanverri eru ikki fleiri royndir hjá hesum og yngru aldursbólkunum, so tað longsta gjørdist teir 3,36 m hon leyp í øðrum umfarið.

Bjørk Sigurðsdóttir Lamhauge hitaði upp til kúlustoyt við einum 400 m. Her rann hon stabilt allan vegin, og kom á mál við tíðini 72,82 sek.

Í kúlustoti vóru heilar fýra hvirlur við. Bjørk, sum kom beint frá 400 m, stoytti 3 kg tungu kúluna út á 7,84 m, meðan Lydia Simonsen bøtti um sítt persónliga met til 7,52 m. Guðrið kom út á 6,34 m og Helena út á 5,73 m.

G14-15

Dreingir 14-15 ár

Dánjal Dahl Ljósheim og Bárður Jóhansson byrjaðu dagin við kúlustoyti. Her bøtti Dánjal um sítt persónliga met við næstan einum metri tá hann stoytti 4 kg tungu kúluna út á 9,43 m. Bárður kom út á 7,63 m.

Eftir kúlustoyt var 400 m á skránni. Her vóru Dánjal og Bárður aftur klárir. Dánjal legði hart út, men megnaði at halda tempo og kom á mál við tíðini 61,27 sek, sum er 1½ sek skjótari enn hann hevur runnið teinin áður. Bárður byrjaði varligari, og kom tí á mál við tíðini 64,06 sek, sum er munandi skjótari enn hann hevur runnið áður.

Triðja greinin var longdarlop, har báðir vóru klárir. Bárður byrjaði við at leggja næstan ein heilan metur omaná sítt persónliga met tá hann leyp 4,30 m. Næstu tvey lopini vóru bara nakrar cm styttri. Dánjal økti eisini munandi um sítt persónliga met. Hansara longsta kom í síðsta umfarið tá hann leyp 4,73 m.

Báðir endaðu teir dagin við 1500 m. Her løgdu báðir varliga út, men eftir 300 m valdi Djánjal at seta ferð á, og hann økti um avstand til næsta drong allan vegin. Úrsliti var at hann skar 26 sek av síni bestu tíð á teininum. Tíðin gjørdist 4 min 54,25 sek. Bárður fekk tíðina 5 min 30,95 sek, sum er eitt vet seinni enn hann hevur runnið teinin áður.

D14-15

Gentur 16-17 ár

Tinna Berg Jørgensen byrjaði dagin við longdarlopi. Hon hevur vant væl, men við tað at fokus er á sprint, so var tað við spenningi at hon byrjaði sína atrenning. Lopið bleiv mált til 4,36 m, ið var persónligt met. Hon steðgaði tó ikki har, tí hon leyp enn longri næstu lopini, men yvirtrakk. Í fimta rakti hon tó plankan betur. Tað bleiv mált til 4,59 m, og enn eitt persónligt met, og langt útum talentkravið.

Rebecka Monja Jørgensen royndi seg eisini á 400 m. Hon rann teinin uppá 74,89 sek.

Triðja greinin var kúlustoyt, har Tinna og Rebecka báðar royndu seg við 3 kg tungu kúluni. Rebecka lá í byrjanini beint undir 7 m strikuni, men í fimta umfarið kom hon útum tá hon stoytti kúluna út á 7,08 m. Hetta gjørdist hennara longsta á degnum. Tinna fekk ikki teknikkin at sita, men megnaði tó at koma út á 6,06 m.

Rebecka endaði dagin við 1500 m. Her legði hon varliga út og fokuseraði síðan uppá at halda tempo. Hetta eydnaðist væl, og kom hon á mál við tíðini 6 min 47,58 sek.

G16-17

Dreingir 16-17 ár

Jákup Dahl Ljósheim og Tórur Mortensen byrjaði báðir dagin við 5 kg kúlunum. Her byrjaði Jákup við at økja um sítt persónliga met við nøkrum centimetrum. Í triðja legði hann so ein hálvan metur afturat, so at hann endaði við at stoyta kúluna út á 8,08 m. Tórur er styrknaður munandi í seinastuni, og sást tað aftur, tí kúlan fór longu í øðrum umfarið útum 10 m strikuna fyri fyrstu ferð. Í triðja koma tað longsta á degnum. Tað bleiv mált til 10,43 m.

Eftir kúlustoyt var 400 m á skránni. Her valdi Tórur at geva avboð fyri at fokusera uppá longdarlop. Jákup var tó klárur, og her rann hann sín besta 400 m nakrantíð. Tíðin gjørdist 59,52 sek, sum er næstan 2 sek skjótari enn hann hevur runnið teinin áður.

Longdarlop er onnur greinin har Tórur skal royna seg á oyggjaleikunum. Hann hevur í seinastuni verði rættuliga stabilur um teir seks metrarnar, men so var ikki hesaferð tí í fyrsta lopið leyp hann heilt út á 6,49 m, sum er 24 cm longri enn hann hevur lopið áður.  Hetta gjørdist hansara longsta lop á degnum, og við tí legði hann seg á triðja pláss á danska ranglistanum hjá 16-17 ára gomlu dreingjunum. Jákup vísti at hann eisini kann, tí hann økti í øðrum umfarið um sítt persónliga met, tá hann á fyrsta sinnið leyp útum 5 m strikuna. Longu í næsta lopinum økti hann enn meir. Hetta var hansara longsta, og bleiv tað mált til 5,22 m.

Síðsti startur var 1500 m, og her var Jákup, sum ikki eina ferð klárur. Hann legði luttfallsliga agressivt út, og helt tempo fyrsta umgangin, men mátti so seta ferðina eitt sindur niður. Hann helt so tað ferðina og kom á mál við tíðini 5 min 04,25 sek, ið er nakarar fáa tíggjunda partar frá hansara persónliga meti.

Gentur 18-19 ár

Edna Maria var einsamøll Hvirla í hesum bólkinum, og byrjaði hon við longdarlopi. Longu í fyrsta lopi økti hon um sítt persónliga met við 10 cm, men hon steðgaði ikki har tí í øðrum umfarið legði hon 40 cm afturat. Hetta var eisini føroyskt met eina løtu inntil ein onnur, leyp 4 cm longri. Edna Maria royndi at taka tað aftur, men leyp neyvt somu longd aftur. So hennara longsta er 4,80 m.

So var kúlustoyt á skránni hjá Ednu Mariu. Her var hon rættuliga stabil omanfyri 7 m, har tað longsta kom í fimta umfarið. Tað bleiv mált til 7,86 m, sum bara er nakrar centimetrar frá hennara persónliga metið við 4 kg kúluni.

Kvinnur

Sólja Friða Jóanisdóttir royndi seg í kúlustoyti. Hon hevur ikki vant, og byrjaði hon tí varliga, men økti nærum hvørt umfarið til hon kom heilt út á 7,60 m við kúluni.

kvinnur

Menn

Menninir byrjaðu við 7,26 kg tungu kúlunum. Her stóðu Hallur Simonsen, Hanus Bergsson, Helgi Geyti og Tróndur Arge klárir. Dysturin bleiv óvanta spennandi, tí Hallur hevði ein minni góðan dag, men í øðrum umfarið legði hann tó so mikið av sjógvi millum seg og Hanus á øðrum plássi at sigurin var tryggjaður. Dysturin um triðja plássi bleiv líka spennandi, har tað endaði við at einans 2 cm vóru á muni. Longdirnar vóru: Hallur: 11,26 m, Hanus: 11,02 m, Tróndur: 9,11 m og Helgi: 9,09 m.

Onnur greinin var 400 m, har Tummas Napoleon Arge royndi seg. Hetta er óvand grein fyri Tummas Napoleon, sum fyrst og fremst fokuserar uppá 100 m teinin. Tað var tí við spenningi at fari var í blokkin móti royndum 400 m rennarum. Tað sást tó ikki at hann ikki hevði vant hesa grein, tí hann kom upp í góða ferð frá startinum, helt tempo handaru langsiðuna, og tá so ein fór framvið ávegis inn í annað svingi, helt hann tempo, og kempaði seg so næstan fram á eitt sera óvanta fyrstapláss.  Har restaðu tó 3/10 í at vinna, men eitt annað pláss við tíðini 53,43 sek, er sera flott.

menn

Dagurin endaði við at heiðursmerkir vóru latin fyri samlaða úrslitið í Grand Prix kappingini. Hetta fór fram á Skúlaheiminum. Her vóru hvirlurnar rættuliga ofta á pallinum og tóku ímóti. Yvirlit yvir støðuna her kemur seinni.

Fleiri myndir eru í myndasavinum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *