Fjórða umfarið í Vetrarkappingini varð runnið í Sørvági í dag. Runnið varð 4 ferðir somu rutu runt í bygdini og tilsamans vóru hetta 12 km. .
9 rennarar umboðaðu Hvirluna og úrslitini vóru góð. Dánjal Dahl Ljósheim vann gull í sínum bólki dreingir . Rigmor N. Arge var nummar 2 í opna bólkinum hjá kvinnum, og hon vann aftur gull í veteranbólkinum hjá kvinnum.Cecilie Arendal bleiv nr. 2 hjá kvinnuligu superveteranum
Næsta kapping verður um 2 vikur, og vit vóna líka góð úrslit tá.
Jógvan Helgi Hansen hevur tikið myndirnar