Hvirlan á instruktørskeið í Svøríki

Ein super byrjan uppá venjaraskeið
03.04.2011
Úrslit frá kapping á Tórsbreyt
18.04.2011

Hvirlan á instruktørskeið í Svøríki

Tann týdningarmesta uppgávan hjá einhvørjum ítróttafelag er at geva teimum yngstu optimala venjing, tí tað er har, um rætt er atbori, at lunnar verða lagdir undir tað, sum við tíðini kann blíva alt frá einum sunnum lívstílið við nógvari rørslu til úrvæls íðkarar. Tí er fokus í Hvirluni á børnini og tey ungu, og til hetta er tørvur á venjarum, sum hava neyðugu førleikarnar bæði innan venjing av børnum og vitan um frælsar í breiðasta høpi.

Í hesum sambandinum vóru Randi Kúrberg og Heri Ziska á instruktør skeiðið í Svøríki vikuskiftið 9-10 apríl. Bæði hava venjari-1 útbúgving frá Dansk Idrætsforbund og útbúgving sum frælsavenjari fyri børn 7-10 og børn 10-14 frá svenska sersambandinum fyri frælsa ítrótt, umframt at tey hava vant børn í frælsari ítrótt síðan 2007.

Endamálið við skeiðnum í Svøríki var at geva luttakarnum førleikan til at útbúgva nýggjar venjarar av børnum 7-10 ára g0mul. Skeið tilfarið var nýtt, har m.a. stórur dentur verður lagdur á at børn fáa møguleikan at royna allar greinarnar, tvs styttri og longri renning við og uttan forðingar umframt tey fýra lopini og tey fýra kastini. Svenska skeiði er broytt í mun til tað, sum fyrr hevur verði í Føroyum, við tað at nú er meir fokus á frælsa-greinarnar, meðan tað at venja børn er minka. Eitt annað skeið gevur hendan førleikan, soleiðis at tey, sum hava bæði, eru enn betur fyri at venja børn enn tað sum var støðan við gomlu skipanini. Har er venjari-1, sum ÍSF saman við Dansk Idrætsforbund skipar fyri, eitt gott høvi at nema sær kunnleikan at venja børn.

Venjaraskeiði byrjaði við at allir teir 35 luttakarnir lærdu hvønn annan at kenna. Luttakarnir komu úr nógvum ymsum støðum í Svøríki (umframt Hvirluni) og felagsnevnarin var at øll brendu fyri frælsu ítróttini og vildu verða við til at menna hana. Eftir introduktiónina var fari undir útbúgvingina, har fyrsti dagurin mest snúði seg um leiðara rolluna, um børn og um at skipa venjing. Tað var tó tíð at royna nakað í praksis, og var tað stak stuttligt at royna nøkur hugskot til spøl og venjingar til børn. Hetta fór fram í frælsahøllini, sum var gjørd í einum gomlum fabriksbygningi í Eskilstuna. Dagurin endaði við at luttakarnir blivu deildir í bólkar har hvør skuldi fyrireika eina teori-undirvísing og eina undirvísing í praktik. Í teori slapp Randi at undirvísa í “Barnet” og Heri “Lederen”, meðan Randi slapp at undirvísa í hamarkast og Heri í hæddarlopi í praktiska partinum.

Innihaldi í seinna degnum var partvís fyrireiking til undirvísing og so undirvísing í bæði teori og praktiskum venjingum. Tað var stak áhugavert at sleppa at royna hetta í slíkum umhvørvið har móttakarnir vóru væl fyri at kunna kommentera innihald og mátan tingini vóru løgd fram uppá. Dentur í framløguni var lagdur á at fortelja og vísa grund-tankarnar við ymsu greinunum á ein hátt so komandi venjarar vita hvat er týdningarmikið, samstundis sum venjingar til børn vóru vístar.

Ein ting sum altíð er positivt tá ymisk fólk møtast undir slíkum umstøðum er at øll fara heim við meir enn tey komu við, ikki minst takka verðu nøkrum sera væluppløgdum skeið-leiðarum, við fyri frælsa-Føroyar vælkenda Daniel Bergin á odda. Øll vildu geva og vóru opin fyri at takað ímóti, so luttakarnir fóru heim aftur við uppskotum um hvussu ein kann skipa venjingar, um hvussu ein tekur ímóti tí einstaka barninum, hvussu ein kann mennast sum leiðari osf.

Næsta stig er so at bjóða út venjaraskeið til tey, sum hava áhuga. Nærri verður kunna um nær hesi verða.

Fleiri myndir í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *