Nýtt frælsafelag í Havn
29.02.2008
Frælsafelagið eitur Hvirlan
16.03.2008

Hví “Hvirlan”

Navnið er fyrst og fremst valt, tí eyðkenni við hvirlu er ferð og kraft – dygdir sum eru neyðugar í einum og hvørjum samanhangi, tá ein fæst við frælsar ítróttir. Harafturat tekur hvirla ofta fólk á bóli, og tað ætla vit eisini at gera, – serliga við úrslitum okkara.

Onkur hugsar kanska eisini, at ‘hvirla’ er nakað, ið melur í klingur ella snarar, og tað er ikki tað, vit í fyrstu atløgu hava hugsað um, men rætt er

  • at rennibreyt gongur í kring (og tískil eisini millum- og langteinarnir runnir á breyt)

  • at marathonteinurin (ofta) byrjar og endar á sama 

  • at fleiri kastigreinar innibera snúðningar, og

  • at hæddar- og stangarlop krevja snarandi rørslu at koma um yvirliggjaran.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *