Hugnaligur jólahugni

Grein um FAR-O í amerikanskum tíðarriti
23.12.2012
Nógv byrjaðu jólini við einum rennitúri
24.12.2012

Hugnaligur jólahugni

Mikudagin fyri jól skipaðu ungu venjarnir í Hvirluni fyri hugnakvøldið fyri íðkarnar í felagnum. Hetta byrjaði í fimleikahøllini í Studentaskúlanum í Hoydølum, har rørsla var á skránni, áðrenn fari var oman í ISF húsið, at fáa ein bita og annars slappa av saman.

Rørslan byrjaði við einari par-boðrenning við hoppibandi. Her sást gott samstarv millum smærri og størri hvirlur. Eftir boðrenningina var felagsmynd tikin áðrenn fari var til sumba. Sumba gav bæði reyðar kjálkar og stór smíl á øllum luttakandi. Rørslan endaði við einum spælið, ið fekk pressa nógv nýttur láturmusklarnar enn meir.

Teir yngru hvirluvindarnir fingu lítlan posa við ymsum góðum, meðan teir eldru fóru oman í ÍSF-húsið. Hóast nógvar pizzaðir vóru bílagdar, so var skjótt uppi. So vóru fleiri meir ella minni spontan spøl og kappingar á skránni, m.a. kapping um at flysa mandarinur og spunarkappingar.

At enda handaðu ungu hvirlu-venjarnir, vegna íðkarar, Randi og Hera hvør sítt blómutyssi sum takk fyri teirra arbeiðið.

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

1 Comment

  1. Kristianna á Túgvu says:

    Tað var sera stuttligt at vera við til tykkara jólahugna og dansa Zumba saman við tykkum 🙂

    Gleðiliga jól og gott nýttár til tykkum í Hvirluni.

    vh

    Kristianna á Túgvu

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *