Hotel Føroyar Cross

Hvirluvindar venja úti mikudagarnar 23. og 30. nov.
16.11.2011
Hvirlan eigur fyrstu føroysku instruktørarnar í frælsum ítróttum
22.11.2011

Hotel Føroyar Cross

Hóast summarið er av, og kuldin er við at fáa fótafestið, so er týdningarmikið at halda fram við at røra seg, tí at likam og sál hava uppiborið at styrkja seg úti í flottu føroysku náttúruni. Tí skipar Hvirlan fyri motiónsrenning við Hotel Føroyar leygardagin 26. november.

Motiónsrenningin byrjar á parkeringsplássinum við Hotel Føroyar kl. 14.00, og so verður runnið á ríðibreytini og á gøtunum í flottu náttúruni har um leiðir. Tað eru tríggir ymiskir teinar ein kann royna seg á. Hesir eru 1,5 km, 5,5 km og so tann langi teinurin, sum er 10,5 km. Allir byrja og enda við Hotel Føroyar.

Øll sum gjøgnumføra ein av teinunum eru við í lutakastinum um:

  1. Sveimandi vikuskifti fyri 2 á Hotel Føroyum
  2. Jóladøgurði fyri 2 á Áarstovu
  3. Jóladøgurði fyri 2 á Hvonn Brasserie
  4. 1 gásakrov til jólar
  5. 1 lambstjógv
  6. Armleinkja frá Niels L. Arge
  7. Gávubræv frá Siri

Kostnaður fyri luttøku er 50,- fyri vaksin og 20,- fyri børn 12 ár og yngri. Tilmelding er her. Goldið verður áðrenn start í Kerjalón. Til ber eisini at melda til á startinum millum 13:00 og kl. 13:30.

Umframt ein góðan rørslutúr fyri likam og sál, fær tú eina hugnaliga uppliving í vakrari náttúrðu við   bleytum lendi og frískligari luft.

Øll, bæði børn, vaksin og eldri fólk eru hjartaliga vælkomin. Kaffi, kakao og bollar verða at fáa eftir túrin í Kerjalón.

Ítróttafelagið Hvirlan.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *