Høgt støði annan dagin á DMU

Sunniva danmarksmeistari í spjótkast
01.09.2018
FMU dagur 1 – rimarenning aftur á skránna
09.09.2018

Høgt støði annan dagin á DMU

Tað vísur góða fyrireiking og góðan hugburð at kunna levera úrslit tær týdningarmiklu kappingarnar. Aftur seinna dagin á DM fyri ung megnaðu allar Hvirlurnar júst hetta í góðveðrinum í Aalborg.

 

Gentur 14-15 ár – 80 m rimarenning

Eins og leygardagin var Børka fyrsta hvirla í eldinum. Hesaferð stóðu 76 cm høgu rimarnar fyri henni. Børka hevur vant nakað av rimarenning í seinastuni, men enn er høvðsfokus at raka rútmuna við trimum fetum millum hvørja rim. Eitt sum Børka verðuliga hevur fingið fatur á er startinum, og aftur hesaferð sat tað perfekt inni til fyrstu rim, sum hon rann uppum uttan at missa nakra ferð. Hon helt á og næstu rimarnar kom hon eisini væl uppum. Yvir triðjsíðstu rim misti hon tempo, og noyddist tí at nýta fýra fet at koma uppum næstsíðstu rim, men at ferð og teknikkur er við at koma sást, tá hon uttan trupulleikar skifti aftur til trý fet millum tær siðstu. Tíðin á málinum segði 14,54 sek, sum er 0,63 sek skjótari enn gamla persónliga metið hjá henni.

 

 

Dreingir 18-19 ár – 800 m

Dánjal Dahl Ljósheim royndi seg á 800 m fyrrapartin. Av tí at bara uttanduratíðir taldu við, og harvið ikki hansara góða úrslit úr Íslandi í januar, var hann endaður í riðlinum, har teir seinu rennarnir vóru. Tí var støðan meir at kalla tann sama sum til vanligu kappingarnar á Tórsbreyt, tvs Dánjal skuldi sjálvur halda tempo uttan hjálp frá hinum. So bleiv eisini, tí eftir fyrsta svingið, har allir pressaðu, helt Dánjal tempo næstu 100 metrarnar, og legði seg harvið á odda. Restina av teimum 800 m var tað so Dánjal sum á odda dróg hinar við sær runt, og hóast hinir royndu at lata seg draga, fyri at hava ein spurt til síðst, so hjáplti onki. Dánjal vann riðilin trygt við tíðini 2 min 4,78 sek. Við tí yvirskotið, sum Dánjal vísti, er onki at ivast í, at um hann var í riðlinum har hinir skjótu vóru, so gjørdist tíðin munandi betur.

Dreingir 14-15 ár – 200 m

Miso Buha hevur roynst væl á 300 m, men av tí at 300 m vóru samstundis sum trýstøkk, so var avgjørt at melda til á 200 m. Hetta er grein hann ikki hevur runnið fyrr í ár, men lukkutíð, høvdu fyriskiparar styrkismett hann út frá tíðum á 100 m og 300 m, so hann kom í síðsta og skjótasta riðil. Starturin og drivið fyrstu 50 metrarnar sat ikki heilt hjá Miso, sum lá nærum aftast tá hann kom úr svinginum, men so kom eyðkenda pressi, og allan vegin móti málinum át hann seg inn á teir fremru, og á málinum vísti tað seg at hann bara var 0,22 sek frá broncumerkinum, men eisini 0,32 skjótari enn hansara gamla persónliga met, hóast hann rann inn í ein lítlan mótvind.

 

Gentur 16-17 ár – diskuskast

Lydia Poula Simonsen og Helena Svabo Ziska royndu seg við 1,0 kg tungu diskunum. Báðar byrjaðu varliga við at kasta góðar 23 m, sum er langt undir teirra besta. Helena fekk tó eitt flott tekniskt kast í øðrum umfari, sum bleiv mált til 27,30 m, ið er næstbesta úrslit hjá henni nakrantíð. Lydia økti til smáðar 25 m í triðja umfarið, men í fjórða rakti hon diskin, sum lendi heilt úti á 29,40 m, sum er hennara næst besta úrslit nakrantíð. Helena svaraði aftur beinan vegin við einum kasti har intensiteturin var góður, men tað tekniska ikki heilt so gott sum í øðrum umfarð. Harvið økti hon til 28,13 m. Hvørgin megnaði at økja í síðsta umfarið. Samanborið við í fjør, so er munurin upp til tær bestu styttur munandi.

 

 

 

 

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *