Heri nummar fýra í diskuskasti

Sjeynda pláss í hamarkasti
28.06.2009
Randi nummar fimm í hamarkasti
02.07.2009

Heri nummar fýra í diskuskasti

Heri broytti síðst í januar sína venjingartilgongd í diskus, og at fáa nýggjan teknik at sita tekur tíð, so tað var spennandi at vita, hvussu leikur mundi fara í kappingini um diskuskast.

Dagurin byrjaði við einari vitjan á matstovuni við tí góða morgunmatarborðinum og síðan til liðfund. Restin av fyrrapartinum fyrigekk á kamarinum við at slappa av við internetinum og at hyggja eftir Discovery Channel.

kl. 14 byrjaði venjing, og har kastaði Randi hamarkast, meðan Rógvi fekk lív í beinini við nøkrum stuttum spurtum. Heri gjørdi bara teknisk drills fyri at halda beinini frísk til kappingina um kvøldið.

 

Seinnaparturin fór eins og fyrraparturin við at slappa av, og Heri fór við bussinum kl. 17.47 til stadion fyri at náa at síggja Súsonnu fáa sítt heiðursmerki fyri flotta avrikið á 10.000 dagin fyri. So at hita upp. Upphitingin var long og intensiv, men tá møtast skuldi í call room, so føldi Heri seg væl fyri. Har vísti tað seg, at enn ein kastari hevði trekt seg, so at tað einans vóru 10 luttakarar í finaluni. Har høvdu tó nógvir kasta útvið og oman fyri 45 m í ár, meðan Heri hevði einans kastað 40,40 m í ár. Einans 3 (og kanska Heri) kundu út frá tilmeldingunum avskrivast í heiðursmerkjadystinum.

Heri byrjaði kappingina og valdi at taka eitt róligt tekniskt kast fyri at koma væl í gongd. Tað eydnaðist til fulnar, tí at teknikkurin var góður, og diskurin lendi á 42,85 m, ið var næstan 2½ m longri, enn hann hevur kastað fyrr í ár. Eftir fyrsta umfar var gullið placerað við tað, at ungi Zane Duquiem kastaði 48,83 m, ið var 39 cm frá oyggjaleikametinum. Tíggjukemparin Madis Kallas av Saarema kastaði 44,49 m á øðrum plássi, meðan Heri lá á triðja plássi.

Í øðrum umfari royndi Heri at seta meira ferð og og fekk gott trekk í diskin, men økti intensiteturin vísti seg at kosta tekniskt og kastið bleiv í so lágt. Tað var tó eisini oman fyri 42 m. Í triðja umfarð royndi Heri at kasta næstan 100%, og tá fall teknikkurin tíverri saman, og diskurin lendi á einans 40,70 m. Genro Paas (Saarema) ið vann kúlustoyt og gjørdist nummar trý í hamarkasti byrjaði at nærkast, tá hann kastaði 42,74 m. Í hesum umfarinum setti Zane nýtt oyggjaleikamet við einum kasti uppá 50,21 m, ið er sera flott. Á myndini niðan fyri sæst, at Zane nýtir annan teknik, har høgra bein verður sparkað bein fram og ikki drivið fram í stóran cirkul.

Eftir triðja umfar var raðfylgjan broytt, so hon passaði til støðuna og einans teir átta bestu hildu fram. Næstu tvey umførini skuldi Heri sostatt kasta triðsíðstur. Fjórða umfar var rættuliga typiskt við tað, at onki hendi, meðan tíggjukemparin av Gotlandi (Erik Larsson) gjørdi ein ordans vørr í fimta umfari og fór framvið Hera. Tó einans við góðum ½ metri, so enn var Heri við. Heri royndi at svara aftur beinan vegin, men enn eina ferð var kastið ov lágt og diskurin lendi á 42,61 m.

Undan síðsta umfari var raðfylgjan aftur broytt, soleiðis at tann sum hevði kasta stytst kastaði fyrst, og tann, sum hevði kastað longst, kastaði síðst. Heri hevði sostatt tríggjar eftir sær í síðsta umfari. Tá tað var hansara túrur, valdi hann at satsa fyri at fáa diskin longri út, men hann gleið aftur í gamla teknikkin (myndin niðanfyri í mun til ovastu mynd), har vinstri armur hekk eftir og sostatt forðaði víðari acceleratión, og tí fekk hann ikki røttu positiónirnar restina av kastinum, og tað lendi á 38,72 m, sum var nógv tað stytsta kastið á degnum. Hetta var eisini einasta kast, sum ikki var longri enn ársins longsta kast undan oyggjaleikunum.

Samanumtikið kann sigast, at Heri fekk enn eina ferð kastað væl longri á oyggjaleikum, enn hann hevði megnað mánaðirrnar áðrenn leikirnar, men nýggi teknikkurin er enn ikki nóg automatiseraður til, at hann heldur til kast, har fokus einans er at seta ferð á (í mun til kast har fokus er á teknikkin). Tað er tí væntandi, at diskurin fer at flúgva longri, tá Heri hevur vant longur við hesum teknikkinum. Hetta er eisini teknikkurin, sum er og verður inngangurin hjá nýggjum diskuskastarum í Hvirluni.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *