Heri gjørdist ov stuttur

Øssur føroyskt met og broncu í hæddarlop
26.06.2011
Síðsta hvirluvindavenjing í Sandágerði 6. juli, og vit byrja aftur 10. august :-)
29.06.2011

Heri gjørdist ov stuttur

Tað var við einum forvantingin um enn einaferð at dystast um heiðursmerkir at Heri royndi seg í diskuskast. Hetta var á vøllinum har hann vann sítt fyrsta oyggjaleika heiðursmerkið fyri 18 árum síðan. Vantandi fór dysturin um silvurmerkið at standa millum Erik Larsson (Gotland), Genro Paas (Saarema) og Hera.

Undir upphiting kendi Heri seg væl, men teknikkurin var eitt sindur óstabilur. Síðsta upphitingarkast var tó á góðari leið. So byrjaði kappingin. Har yvirraskaði Garry Newton (Isle of Wight) við at kasta 43,36 m. Genro Paas kastaði eisini sítt longsta kast í fleiri ár tá hann kastaði diskin út á 43,59 m. So var støði lagt. Heri, ið var síðstur at kasta, megnaði einans at kasta 40,98 m, ið var eitt fjóra pláss. Í øðrum umfarið var Heri eisini ov agressivur við vinstra armi í byrjani, og bleiv kasti tí aftur ov lágt. Ikki fyrr enn í triðja umfarið fekk hann eitt gott tekniskt kast. Tá mált var, vísti talvan 43,29 m, ið var eitt fjóra pláss. Erik Larsson kastaði diskin út á 43,76 m í triðja umfarið, og skumpaði sostatt Hera niður á fimta plásss.

Eftir triðja umfarð var raðfylgjan broytt, og Heri kastaði sum fjóri kastari í finaluni. Í fjóra umfarið kom Heri stak væl inn í kasti og fekk góða ferð á diskin. Tekniskt eitt væl betur kast enn tað triðja, og uttan iva longur. Tíðanverri gjørdi Heri líti yvirtrakk í fótskiftinum, so tað var ikki mált. Í fimta umfarið vildi blokkurin ikki heilt, og tí fekk Heri ikki arbeitt í avleveringini, og í síðsta umfarið dykkaði heri inn í kasti og tí kom ongin hædd á. Hann endaði sostatt á 43,39 m. Teir frammanfyri betraðu seg heldur ikki, so kappingin endaði við, at Heri gjørdist nummar fimm 47 cm fram til silvurmerkinum og 30 cm til broncumerkinum.

So hóasta Heri kastaði diskin uml ½ m longur enn fyri 2 árum síðan á Álandi, so rakk tað ikki til heiðursmerki hesaferð. Harafturat kann viðmerkjast at hetta er vánaligasta placering Heri hevur fingið í diskuskast síðan leikirnar í Føroyum í 1989. Tó er tað ikki heilt av leið at dystast um heiðursmerkir individuelt 22 ár eftir fyrstu luttøku á leikunum. Verður spennandi um tað ferð at eydnast betur í 2013.

Nakrar myndir er í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *