Heri kvalificera seg til 11. oyggjaleikirnar

Úrslit frá kapping á Tórsbreyt
18.04.2011
Lang lop á Tórsbreyt
25.04.2011

Heri kvalificera seg til 11. oyggjaleikirnar

Týsdagin gjørdi Heri enn eina roynd gjørd at klára oyggjaleika kravið í diskuskasti. Kappingin fór fram í nærum perfektum veðrið fyri diskuskast. Hetta sást tó ikki í byrjani tá einans Hanus fekk eitt góðkent kast. Hann kastaði diskin út á 21,24 m, sum var persónligt met við 3 cm. Í øðrum umfarið var intensiteturin í kastinum góður, men í sjálvari avleveringini sakk heri eitt sindur í vinstru lið, og tí fall diskurin av vindinum í so skjótt. Hann lendi tó á á 42,91 m, sum er longsta kast hjá Hera síðan 2008. Tað var tó 26 cm frá oyggjaleikakravinum. Hanus helt áfram við at økja, og í 5 umfarið kom hann út á 26,91 m við 1,5 kg diskinum, ið er persónligt met við 5½ m. Tað er eisini longur enn hann kastaði 1,0 kg diskin síðsta summar. Hjá Hera var støðan undan síðsta umfarið, at onki krav var klára. Í síðsta umfarið manglaði intensiteturin eitt sindur i kastinum, men teknikkurin sat væl, og diskurin lá væl á vindinum allan vegin út. Tá mált var vísti tað seg at verða 43,53 m, sum var 36 cm longur enn kravið. Helgi endaði kappingina við at bøta um sítt met við góðum metri, tá hann kastaði 1,75 kg diskin út á 30,81 m. Tað er einans ½ m styttir enn hann kastaði 1,5 kg diskin síðsta summar.

1 Comment

  1. Rúna Hentze says:

    Flott, Heri.
    Koyrið á øll í Hvirluni 🙂

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *