Heimsmet á heimavøllinum hjá vinarfelagnum

Sprint/lop venjing komin væl í gongd
23.03.2009
Barna- og ungdóms venjaraskeið kom væl í gongd
31.03.2009

Heimsmet á heimavøllinum hjá vinarfelagnum

Tað er stak sjálvsamt at met verða sett í kastgreinunum, og serliga í diskuskast har uttandura metið er 23 ár og innandura metið er 29 ár. Tað vil siga: innandura metið er í løtuni 2 dagar gamalt.

Gerd Kanter gleðist um sigurin í Beijing (mynd: www.globalthrowing.com)

Gerd Kanter gleðist um sigurin í Beijing (mynd: www.globalthrowing.com)

Heims- og olympiski meistarin eitur Gerd Kanter og er úr Estlandi. Hann venur tó fyri ein stóran part í Vaxjø hjá Vésteinn Hafsteinsson. Vésteinn er ein kenningur hjá hvirlukastarnum, tí hann legði lag á tá hvirlukastarnir vóru á venjingarlegu í Vaxjø í januar.

Kappingin í Vaxjø var skipa av svenska vinarfelagnum hjá Hvirluni IFK Vaxjø. Fyri at seta úrslitið hjá Kanter í perspektiv, so vóru 5 av teimum seks kastunum hjá 1,96 m høga 125 kg tunga Kanter longri enn heimsmetið, sum Wolfgang Smidt seti 9/1-1980. Besta kast var meir enn tríggjar metrar longri enn gamla metið. Næsta mál hjá Kanter er uttandura heimstið, og tá hugsa verður um, at ein góður vindur kann bera diskin einar fleiri metrar longur enn hann flýgur í stilli (tvs innandura), so munna teir 74,08 m, sum Jurgen Shult kastaði í 1986, skjótt missa status sum heimsmet. 

Meir kann lesast á heimasíðuni hjá IAAF og á heimasíðuni hjá Vésteinn har ein eisini sær filmsbrot av kastinum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *