Strævið, gevandi og stak hugnaligt
11.03.2012
Venjingarlega og virðismikil vinafelagsskapur
14.03.2012

Heimferð

Síðsti dagurin í Væxjø byrjaði við venjing kl. 9.30 um morgunin. Henda venjing var partvís saman við einum bólki, sum gongur triðja árið á studentaskúlanum við frælsum sum høvðusfag. Fyri hesi venjing stóð svenski U22 sprint-landsliðsvenjarin. Fleiri av øvilsinum høvdu hvirlurnar roynt áður, men har vóru tó eisini fleiri nýggj øvilsir. Her var stuttligt at síggja hvussu skjótt hvirlurnar megnaðu at taka nýggju øvilsini til sín. Eisini var høvi at venja enn einaferð við Ingelu, ið er ein av svensku landsliðsvenjarnum í lop. Hetta kom verðuliga til sín rætt í hesi venjing, har longdarlop og hæddarlop stóð á skránni.

Eftir venjing var høvi at spáka sær ein túr í eitt innkeypscentur nærhendis, har høvi var at keypa okkurt smávegis við heim aftur. So var fari undir tað, sum koma at vísa seg at verða ein sera drúgva, heimaferð. Tá toki steðgaði í Kastrup, vóru hvirlurnar so heldigar at møta tveimum kenningum. Tað vóru Hallur og Hanus, sum í løtuni ganga á eftirskúla í Vejle (frælsa-linju). Teir vóru júst heimkomnir úr Istanbul, har teir høvdu verði og hugt eftir innandur HM. Tíðin í Kastrup bleiv longri enn ætla, tí tað vísti seg at flogfarið til Føroyar var nógv seinka. Seinkingin endaði við at verða meir enn 4 tímar. Túrurin endaði við at nakrar nøgdar men sera troyttar Hvirlur komu heim eftir kl. 2 um morgunin.

Longu gekk tosi tó um hvussu best var at takað ímóti tá IFK Væxjø og onnur koma til Føroyar í august at luttaka í Jatnatøkum á Tórsbreyt.

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *