Heiðursmerkir fyri GP handað

Edna Maria tók føroyska metið í 100 m forðarenning
22.06.2013
Nógvar hvirlur til Svøríkis at kappast
26.06.2013

Heiðursmerkir fyri GP handað

Í ár hevði FÍF, við formanninum Hallur Holm á odda, avgjørt at gera tvær størri broytingar í Grand Prix á breyt. Onnur var at hava øll trý umførðini undan summarferiuni, við einans góðum mánað millum fyrsta og síðsta umfar, og hin var at handa heiðursmerkini á “afterparty” dagin  eftir síðsta umfarð. Bæði eydnaðust væl. At kappingin bleiv meir komprimera gjørdi, at hon ikki tekur fokus frá venjing longur enn neyðugt, umframt at har eru nógv kappingartilboð á hóskandi støði til ungu íðkararnar á breyt í mai/juni. Eftir eru so FM og FMU ið koma eftir summarferiuna, og sostatt er summarhálvan blivin meir harmoniskt sæð út frá bæði venjingar og kappingar-sjónarmiðið.

Handan av heiðursmerkjum dagin eftir, fylgt av borðhaldi er eisini eitt gott hugskot, tó kundi verði ynskt at fleiri av íðkarunum nýtti høvi til at verða í búna hjá sínum felag tá tikið var ímóti heiðurmserkjunum. Hetta tí at tað, eftir mínum tykki, gevur ein meir ítróttarligan dám, tá tað sæst á sigurspallinum hvørt felag hvør íðkari umboðar.

Grand Prix er ein umfatandi kapping við sjey aldursbólkum fyri bæði kynini, sum kappast um fýra ymsar GP-heiti (sprint, miðteinarenning, kast og lop).  Tvs um umboðan var í øllum bólkum, so skuldu 56 sett av heiðursmerkjum handast. Hesaferð var tað tó “einans” 53 sett av heiðursmerkjum, sum blivu handað. Hjá Hvirluni gekk aftur í ár framá við plaseringunum, og samanlagt bleiv tað til 22 gullmerkið, 18 silvurmerkið og 4 bronsumerkir, ið er væl meir enn undanfarin ár.

Myndir av øllum, ið fingu heiðursmerkir eru í myndasavninum, umframt myndir frá tiltakinum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *