Heiðursmerki eisini annan dagin á DMU

Aðalfundur 14. septembur
31.08.2014
Renning – broyttar venjingartíðir og ein venjari afturat
01.09.2014

Heiðursmerki eisini annan dagin á DMU

Annar dagurin á DMU var alvárliga merktur av nógva regninum sum komi var niður um náttina, og sum helt áfram við at koma niður meðan kappingarnar vóru. Fyriskiparnir byrjaðu við at útseta allar startir ein tíma, men so gekk heilt hampuligt at avvikla allar kappingarnar, men síðsta hvirla var ikki liðug fyrr enn kl. 19.30 um kvøldið, so tað var ein langur og vátur dagur á Østerbro.

Fyrstur í eldin var Hallur Simonsen, sum skuldi royna at verja broncumerkið frá 2013. Hann var tó ikki styrkismettur til eitt heiðursmerki, og upphitingin týddi uppá at hann skuldi kasta rættuliga langt fyri koma upp á pallin. Tó endaði tað sum so ofta áður, tá kappingin byrjaði og press kom á, so vóru tað fleiri sum ikki fingu teknikkin at hanga saman. Fyrsta kasti hjá Halli fór í netið, tí valdi hann at taka eitt trygdarkasti, tvs eitt kasti, ið bert hevði til endamáls at tryggja at hann kom millum teir átta bestu sum hildu áfram, í øðrum umfarið. Í triðja setti hann so ferð á aftur og kom út á 42,19 m, ið rakk til eitt fyrstapláss millum teir átta ið hildu áfram. Ein av favorittunum fullu frá, meðan tann stórsti favoritturin kom við sum ein av teimum síðstu. Í teimum síðstu 3 umførðunum minkaði regni, og megnaði ein av favorittunum at fara framvið Hall, men hinir kláraðu ikki torførur umstøðurnar, so Hallur fór heim við silvurmerkinum. Tvs at hann mundi enda við broncumerkinum, tí tá heiðursmerkini skuldu handast var hann róptur upp sum nummar trý. Hetta bleiv tó skjótt rætta og Hallur fekk sítt silvurmerkið.

20140831-9793

Næsta kappingin var longdarlop, har Marita skuldi royna seg. Hon hevur mest fokusera uppá spjótkast, men man letur ikki høvi at luttaka í slíkari kapping fara framvið. Hon kom út á 4,16 m í fyrsta umfarið við einum mótvindi uppá 2,1 m/s. Annað lopið var yvirtrak meðan hon í triðja kom út á 4,29 m. Hetta rakk sum vanta ikki til eitt pláss millum tær átta bestu. Tað sást tó hvussu truplar umstøðurnar vóru, tí styrkilistin indikeraði at ein skuldi leypa 5 m fyri at viðari, men tað endaði við at 4,41 m var nóg mikið.

20140831-0033

So skjótt genturnar vóru lidnar áttu dreingirnir tørn. Tórur hevur stríðst við lítlan skaða í lopfótinum, men hetta nervaði hann ikki á dagnum. Hann hevur tó ikki kunna vant rútmuna í fulla lopinum upp undir kappingina, og sást hetta sum manglandi timing. Fyrsta var yvirtrakk, meðan tað næsta sat væl. Tá hann so skuldi økja um tempo, so gjørdi vantandi timingin at hann ikki fekk lop á og sostatt endaði hann við 5,89 m, ið rakk til eitt sættapláss. Her skal so havast i huga at hann er av yngra árgangi í bólkinum og kappast tí í sama bólki í 2015.

20140831-0096

Marita hevði ikki langa tíð at hvíla, tí áðren Tórur var liðugur við longdarlop, var hon longu klár á startinum í diskuskast. Kappingin var tó seinka, og tá genturnar endiliga sluppu framat, so vóru tveir bólkar, ið kappaðust samstundis. Tvs uml 25 gentur skuldu kappast. Hetta gjørdi at tað bleiv næstan ein hálvur tími millum hvørt kasti. Sera truplar umstøður at kappast undir. Marita legði seg tó beinan vegin á fjóra pláss, og slapp hon tí víðari i kappingini. Tað var tó ikki fyrr enn umleið helvtin av teimum luttakandi vóru sílaðar frá at hon fann tey longu kastini fram. Tað longsta kom í fimta umfarið tá tað bleiv til 26,31 m, ið er longri enn gamla bólkametið, og einans góðar 3 metrar frá føroyska metinum.

20140831-0276

Síðsta kapping við hvirluluttøku var tá Trygvi leyp longdarlop móti hinum 20-22 ára gomlu leyparnum. Avgjørt var at royna at broyta atrenningar-tempo i hesi kappig, og gav tað eina heilt aðra kenslu av lopinum. Fyrstu tvey lopini vóru uml. 5½ m. Í triðja økti hann so út á 5,68 m, og aftur í fjóra økti hann. Hesaferð til 5,74 m. Fimta miseydnaðis meðan tað sætta aftur bleiv 5,61 m. Tað verður spennandi at síggja hvussu tað nú ferð at rigga tá hann byrjar at venja í keypmannahavn við felangum KIF.

20140831-0197

Í morgin koma hvirlurnar heim aftur við nógvum bólkametum, tveimum føroyskum metum, fimm silvurmerkjum og einum broncumerki. Tað, sum kanska er tað mest positiva er at tað eru seks ymiskir íðkarar, ið koma heim við heiðursmerkjum, so hvirlan hevur ein breiðan topp.

Fleiri myndir eru í myndasavinum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *