Hanus klára úrvalskrav hjá danska atletiksambandinum.

Jatnatøk – program – UPPDATERA!
02.08.2012
Jatnatøk stak væleydnað
05.08.2012

Hanus klára úrvalskrav hjá danska atletiksambandinum.

Tað er sjálsamt at føroyskir kastara kasta spjót longur enn 50 m, tí var tað áhugavert tá 16 ára gamli Hanus Bergsson kastaði 700 g tunga spjótið útum 50 m strikuna fyri einum ári síðan í 2011. Hann kastaði tá 50,38 m. Tá avgjørdi Hanus, saman við vinmanninum Hallur Simonsen, at fara á eftirskúla í Vejle, við sergreinini frælsari ítrótt. Fáar vikur eftir at teir komu á skúlan í Vejle, skaddi Hanus sær kastiarmin, og tí var fokus á, at fáa betra um fysikkin og annars so vítt møguligt at fáa arbeitt við kasti-teknikkinum.

Móti várið 2012 var armurin blivin betur, og Hanus hevði til venjing nøkur kast omanfyri 50 m strikuna, men so kom skaðin í arminum aftur. Tí var longsta kast hjá Hanusi áðrenn hann kom heimaftur 47,57 m. Heimkomin fór venjing so at snúgva seg um at fáa justera teknikkin, so at skaðarnir ikki koma aftur. Hetta hevur eydnast so mikið væl, at armurin ikki gevur trupulleikar meir. Umframt at justeringarnar í teknikkinum gjørdu at vandin fyri skaða í kasti-armin minkaði, so stabiliseraðu tær kast-teknikkin, soleiðis at meir fokus kundi flytast yvir á rútmu og tempo. Hetta gav úrslit beinan vegin.

Á Jatnatøkum kom lønin. Hanus kastaði 700 g tunga spjótið 57,55 m, ið er bólkamet met við 9,98 m og góðar 7 metrar longur, enn hann kastaði spjótið í 2011. Kastið er so mikið langt at Hanus liggur nummar trý á danska ranglistanum hjá teimum 16-17 ára gomlu dreingjunum. Minni enn ein metur frá fyrsta plássi, og góðar fýra metrar frammanfyri nummar fýra.

Danir hava eins og føroyingar nøkur úrvalskrøv fyri ymsu aldursbólkarnar, og Hanus megnaði við sínum úrslitið at kasta longur enn kravið hjá danska sersambandinum fyri frælsa ítrótt.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *