Hanus klára sítt fyrsta oyggjaleikakrav

Opin kapping leygardagin 26. apríl
25.04.2014
Mannfólkarenning 3. mai. Kom við! :-)
27.04.2014

Hanus klára sítt fyrsta oyggjaleikakrav

Triðja opna kappingin í hesari umberingini var nógv darva av vindi, men onkur áhugaverd úrslit komu tó. Serliga var tað Hanus, sum á fyrsta sinni kláraði eitt oyggjaleikakrav. Tað er stuttligt at hugsa sær at á Bermuda kom Rógvi heim við broncu í spjótkast, og nú hevur ungur kastari í Hvirluni tryggja at felagi aftur verður umboða í hesi grein á Jersey komandi summar.

Sprint

Fyrsti sprintteinurin var 60 m, og her royndu Børka (G10) og Mattias (D12) seg. Nógvi mótvindurin gjørdi tó at ongir forvantningar vóru um met. Mattias var tann fyrri, ið royndi seg. Hann fekk, sum altíð ein góðan start, og kempaði væl móti vindinum. Tíðin gjørdist 10,01 sek, ið ikki er langt frá hansara persónliga metið. Børka, sum var yngsta genta á startinum, rann eisini ein flottan 60 m, og eins og Mattias, var hon ikki langt frá sínum persónliga metið í nógva mótvindinum. Tíðin hjá Børku var 10,86 s.

IMG_8015

So var 100 m á skránni, og fyrsta genta í eldin var Lý (G12). Hetta var hennara fyrsti 100 m, men tað sást ikki, tí hon rann væl, og kom á mál við tíðini 17,32 s við 4,3 m/s mótvindi. So var tað Tinna (G15) sum royndi seg. Hon hevur vant væl, og serliga hava startirnir gingi sera væl. Hesaferð var tað tó starturin, sum miseydnaðist. Hon kom á mál við tíðini 14,90 sek. Hjá dreingjunum royndi Elias (d13), Rói (D14), Hallur (D19) og Tummas Nappoleon (D19) seg. Rói royndi seg á fyrsta sinnið á 100 m teininum. Hann kom á mál við tíðini 19,53 s. Elias vísti at hvirlur lata seg ikki kúga av veðrinum, tí hóast ein mótvind uppá 3,4 m/s, so bøtti hann um sítt persónliga met, so tað nú er 15,89 s. Hjá teimum 19 ára gomlu kempaðu Tummas Napoleon, sum fekk ein ringan start, móti Hallur, ið kom væl úr blokkinum, men ikki rættuliga hevði venjingina til at halda á mál. Tíðinar hjá teimum vóru: Tummas Napoleon 12,52 sek og Hallur 12,62 s.

IMG_8215

Elias royndi seg eisini á 400 m teininum. Tað er nakað síðan Elias hevur roynt seg á hesum teininum, men tað nervaði hann ikki, tí hann skar 10 sekund av símum persónliga metið. Hansara nýggja met er 74,60 sek.

IMG_8994

Spjótkast

Fyrst kastaðu mennirnir, har Hanus og Helgi vóru í reyðum. Hanus legði agressivt út við at bøta um sítt egna bólkamet í fyrsta umfarið við 2 metrum. Meðan Helgi, sum hevur arbeitt við tempo, legði meir varliga út. Næstu tvey umførðini royndi Helgi at verða meir agressivur í atrenningini, men avleveringin riggaði ikki heilt. Hanus royndi at fylgja upp uppá fyrsta umfarð tó uttan success. Í fjóra slerdi Hanus til, hann fekk eina væl timaða atrenning til at sita við einum góðum blokki. Hóast avlevering ikki var serliga góð, so gjørdi tempo at spjótið helt áfram við at flúgva, og tá tað endiliga lendi bleiv tað mált til 56,17 m, ið var tveir metra longri enn bólkametið hann setti í fyrsta umfarið. Hetta var eisini longri enn oyggjaleikakravið. Hanus megnaði ikki at bøta um kravið aftur, men Helgi helt áfram við at arbeiða við tempo, og hann økti støðugt. Síðstu tvey umførðini, vóru bæði omanfyri 44 m, har 5 kast við 44,50 m var tað longsta.

So vóru tað genturnar, sum skuldu royna seg við spjótunum. Her vóru systrarnar Marita og Guðrið umframt Helena klárar at royna seg. Genturnar fingu bara trýggjar royndir. Helena (G13) byrjaði róliga, men í síðsta umfarið megnaði hon at koma útum sítt persónliga met við einum kasti uppá 13,30 m. Guðrið (G14), sum enn hevur valt at nýta stutt renningarlop, kastaði 14,52 m, ið er lítlan metur longri enn hon hevur kasta áður . Marita (G16) valdi at royna seg við 600 g spjótinum, hóast hon kundi nýta 500 g. Orsøkin er, at hon hevur kasta so mikið væl til venjingm at hon kann klára oyggjaleikakravið um hon fær teknikkin at sita. Hesaferð var hon tó darva at sjúku, og tí endaði hon við at kasta 31,46 m, sum er bólkamet við 600 g.

IMG_8461

Longdarlop

Guðrið (G14) og Børka (G10) royndu seg í nógva undanvindinum. Vindurin gjørdi tó at onki met kundi góðkennast. Guðrið leyp tó væl longri enn hon hevur lopið áður. Hennara longsta bleiv mált til 3,58 m. Børka, sum ofta hevur klára seg væl leyp heilar 3,42 m.

IMG_8385

Hjá dreingjunum vóru Mattias (D12), Elias (D13), Rói (D14) og Tórur (16) við. Eins og hjá gentunum var tað nógvur undanvindur, og tí heldur onki úrslit her góðkent í mun til met. Mattias legði hart út, men tíðanverri var tað yvirtrakk. Hann kom tó sterkt aftur og leyp øll síni lop væl longri enn hann hevur lopið áður. Hansara longsta gjørdist 3,65 m. Rói leyp eisini longri enn hann hevur lopið áður. Hansara longsta gjørdist 2,27 m. Elias leyp øll sini lop umleið 4 m, har tað longsta (4,03 m) kom í fyrsta umfarið. Tórur, sum arbeiðir við tempo í atrenningini, hevði trupulleikar við at fáa tima avsett ordiliga, og tí var bara eitt lop góðkent. Tað bleiv mált til 5,43 m.

IMG_8623

Fleiri myndir eru í myndasavninum. Øll úrslit síggjast her .

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *