Hamarkast og kúlustoyt á Tórsbreyt

Røsku hvirlu-ladies vóru sum altíð klárar, tá kapping var á Tórsbreyt. Hesaferð var hamarkast og kúlustoyt á skránni. Nakað væl av vindi var, men tað tyktist ikki nerva røsku hvirlurnar.

Fyrst var hamarkast á skránni. Her royndu Guðrið Káradóttir Petersen, Lydia Poula Simonsen og Helena Svabo Ziska seg. Guðrið vísti at hon hevur stabilisera seg á einum høgum støði, tí hóast tað tekniska ikki heilt riggaði, so kom hon heilt út á 31,28 m í triðja umfarið. Lydia byrjaði við at økja um sítt persónliga met við einum metri til 25,94 m. Hon økti so í bæði fimta og sætta, soleiðis at hon endaði heilt úti á 26,76 m, sum er tvær metur longri enn hon hevur kasta áður. Helena bøtti eisini um sítt persónliga met. Fyrst til 21,20 m í fimta umfarið og síðan til 22,40 m í sætta. Harvið kom hon næstan 2½ metur longri enn gamla metið hjá henni.

Í kúlustoyti varu Lydia og Helena klárar. Lydia, sum hevur lagt næstan tveir metrar omaná sítt persónliga met higartil í ár, megnaði enn einaferð at koma langt útum 10 m strikuna. Tað longsta kom í fimta umfarið. Tað bleiv mált til 10,73 m. Eins og hjá Lydiu, so kom tað longsta hjá Helenu í fjórða umfarið. Tað bleiv mált til 7,25 m.

Fleiri myndir eru í myndasavninum

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *