Hálvt hundrað runnu jólini í gongd

Kirkjurenning fyri tólvtu ferð
09.12.2015
Á ársins øðrum degi, skipaði Roysnið fyri árliga Nýggjárshálvmarathon
05.01.2016

Hálvt hundrað runnu jólini í gongd

Traditiónirar eru nógvar um jólini. Ein av teimum nýggjaru er kirkjureningin, ið Rigmor N. Arge skipaði fyri á tólvta sinnið. Luttakaratalið hevur stabilisea seg um tey hálvt hundrað, og er tað hugaligt at síggja at nógv av andlitunu ganga aftura ár undan árið. Ikki minni hugaligt er tað at síggja nýggj andlit, og aftur í ár vóru nøkur, sum á fyrsta sinnið valdi at byrja jólini við at fáa pulsin upp við einum góðum rennitúri til kirkjurnar í Tórshavn, Argjum, Hoyvík og fyri tey meir ambitiøsu, Kirkjubø eisini. Eftir túrin fingu røsku rennararnir vatn ella heita ribena saft, umframt nøtir, rosinur og sjokulátu.

kirkjurenning2015-IMG_9668

“Rennarin” hevði givið tvey gávukort til tiltakið. Har var annað latið Rigmor N. Arge, sum fyri tólvtu ferð stóð á odda fyri Kirkjurenningini, og sum aftur í ár rann tann langa teinin til Kirkjubøðar og aftur. Hitt gávukortið var luta burtur millum luttakararnar.

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *