Halv mand helt menneske

Ungar hvirlur lokið venjaraprógv
26.10.2011
Hvirluvindar venja úti mikudagarnar 23. og 30. nov.
16.11.2011

Halv mand helt menneske

Í samband við 30 ára føðingardag hjá Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum (MBF), hevði MBF boði René Nielsen heim at halda fyrilestur og at hava venjing við áhugagum innan frælsar. Søgan um René Nielsen er í stuttum at hann, hóast ein truplan barndóm, hevði kempa seg upp til at verða ein av lovandi hondbóltspælara í Danmark, og at fáa ein útbúgving og starv. So brádliga ein dag tá alt sær út til at ganga væl hendur vanlukkan. Hann verður yvirkoyrdur av einum toki og missur bæði beinini. Hetta steðgaði tó ikki manninum. Hann tekur seg saman og tvey ár eftir vanlukkuna (1993) er hann heimsmeistari í vatnski, og í 2000 vann hann gull, silvur og broncu á paraolympics í Sydney, har okkara egna Heidi Andreasen vann tríggjar silvur og eina broncu í svimjing. Ein bók er skriva um lívi hjá René. Henda bók, ið nevnist “Halv mand helt menneske”, lýsur fightarin, sum bardist gjøgnum trupla barndómin til at koma so nær málinum, og so eftir vanlukkuna, aftur megnar at reisa seg og blíva heimsins besti inna tað hann velur at satsa uppá.

Eitt sum MBF hevði tryggja sær meðan René var í Føroyum var, at hann var tøkur sum venjari á Tórsbreyt fyri tey, sum høvdu áhuga. Hetta var stak áhugvert, eisini fyri venjarar í Hvirluni. Kristian Martin og Helena, ið vanliga venja í Hvirluni, vóru við til hesa venjing, umframt at Heri, sum venjari, eisini var við. Fyrst á skránni var kúlustoyt og síðan spjótkast. Hetta eru greinarnar har hann vann ávikavist silvur og gull í Sydney. Tað, sum var mest áhugavert var at síggja hvussu René arbeiddi. Hann situr í dag í koyristóli og tað merkir, at hann ikki hevur somu møguleikar við atrenning í kastinum, sum fólk við beinum hava. Tí hevur hansara kast, og harvið eisini hansara venjing, verið stýrd av hesum. Har ein spjótkastari vanliga primert hugsar um at fáa “flutt” ferðina í rennigarferðini til kasti, so var fokus hjá René at fáa sum mest burturúr einum kasti, har ein ikki hevur ferð. Hetta var sera læruríkt at uppliva, og vísur hvussu týdningarmikið tað er at hugsa um fortreytirnar hjá tí einstaka íðkarnum.

Samanumtikið var tað ein sera áhugaverdur dagur við einum inspirerandi manni. Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *