Hallur ognaði sær silvurmerkið í einum sonnum gysara

Tórur trygt í finaluna í longdarlopi
Tórur nr 7 í longdarlopi

Hallur ognaði sær silvurmerkið í einum sonnum gysara

Diskuskappingin hjá Hallur gjørdist ein sannur gysari, har Hallur eina løtu lá aftast og tí lá hann ikki til at sleppa at halda fram, so lá hann á einum triðja plássi, sum hann misti í síðsta umfarið, fyri at taka bæði tað og annað plássi víð sínum síðsta kasti.

IGA2015IMG_2775.JPG

Upptaktin hevur verið eins spennandi sum kappingin, tí Hallur hevur havt trupulleikar við tí tekniska. Nógv hevur verið arbeitt við hesum síðstu mánaðar, og ikki minni á Jersey. Tá farast skuldi í ”call room” undan kappingini vóru trupulleikarnir enn har, og tí var avgjørt at gera nakað, sum annars ikki verður mett sum eitt gott hugskot. Hátturin Hallur byrjar kastið uppá var broyttur á veg inn til kappingina.

IGA2015IMG_2787.JPG

Tey bæði fyrstu upphitingarkøstini sótu væl, men í tí triðja argaði teknikkurin aftur. So byrjaði kappingin, og aftur miseydnaðist. Kasti fór í netið og bleiv tí ikki mált. Næsta kasti miseydnaðist eisini, men var tó ein markering. Longdin rakk tó bara til síðsta pláss áðrenn triðja kast. So um Hallur ikki bøtti seg munandi, so slapp hann ikki at halda áfram saman við teimum fremstu. Hallur tók avbjóðingina, og satsaði. Her vísti tað seg at tað var eitt gott hugskot at flyta startin, tí hetta var kast, sum plagar at enda í netinum, men tað fór út framvið linjuni, og lendi beint innanfyri. Kastið bleiv mált til 42,52 m, sum rakk til eitt triðjapláss og tryggjaði Hallur sær harvið trý kast afturat í kappingini.

IGA2015IMG_2972.JPG

Áðrenn fjóra umfarð var raðfylgjan broytt soleiðis at Hallur, sum tann í lá sum nummar trý, kastaði triðisíðstur. Í fjóra umfari fokuseraði hann uppá teknikkin og var kasti tekniskt reint, men tempo var ikki í tí. Longdin var 41,56 m. Í fimta fór tempo upp aftur, men kastið endaði í netinum. Í sætta umfarði fór ein kastari framvið og legði seg á annað plássi soleiðist at Hallur lá sum nummar fýra undan sínum síðsta kasti. Hallur svaraði tó væl aftur, tí hann setti tempo upp og teknikkurin sat. Úrslitið gjørdist 44,89 m, sum er meir enn ein metur longri enn hann hevur kastað áður. Tað rakk til eitt annað pláss, og harvið hevði Hallur tryggjað sær og Føroyum eitt silvurmerkið i diskuskasti.

Fleiri myndir eru í myndasavinum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *