Hallur nr. 8 í kúlustoyti

Limagjald og venjingargjald – nú riggar Askur eisini hjá Hvirluni :-)
27.06.2015
Tórur trygt í finaluna í longdarlopi
30.06.2015

Hallur nr. 8 í kúlustoyti

Hallur byrjaði sínar oyggjaleikir við 7,26 kg tungu kúluni. Diskuskast er hansara besta grein, tí var endamálið við kúlustoyt fyrst og fremst at koma í gongd við kappingar og at royna nakað nýtt tekniskt.

IGA2015IMG_2439.JPG

Til venjingarnar á Jersey sást tíðulig framgongd í mun til nakrar tekniskar detaljur, sum hava arga bæði í diskus og kúlu, umframt at kúlan var hildin eitt sindur annaðleiðis við hálsin. Hesar broytingar høvdu við sær at hann setti ferðina eitt sindur niður í mun til tað hann plagar, men tekniska framgongdin var eyðsýnd.

IGA2015IMG_2534.JPG

Í fyrstu royndini kom hann ikki undir kúluna, og lendi hon á 9,51 m. Næsta royndin var umleið somu longd, og har valdi Hallur at gera yvirtrakk. Í triðju kom hann eitt sindur betur undir kúluna, men var í so ivrigur við yvirkroppinum. Kúlan lendi á 10,28 m. Hetta gjørdi at hann kom upp á áttanda plássi, og slapp tí at halda áfram í kappingini.

Fjóra royndin var tekniskt meinlík tí tríðju og lendi hon á neyvt somu longd (10,28 m). Í fimtu var hann eitt lítiið sindir meir tolin við yvirkroppinum og var úrslitið 10,66 m. Sætta royndin miseydnaðist og valdi hann at gera yvirtrakk.

IGA2015IMG_2536.JPG

Har er ongin ivi um at hann hevur fingið fatur á onkrum, men tað tekur tið at fáa tekniskar justeringar innarbeiddar í kasti, men longu í hesi kapping sást ein støðug betran av teknikkinum. Tá tað situr er lítil ivi um at hann kann koma fleiri metrar longur út.

Næsta kapping hjá Hallur er týsdagin (30. juni) kl 18:00, har finalan í diskuskast er á skránni. Áðrenn tað skal Tórur royna at kvalificera seg til finaluna í longdarlopi. Tað er kl. 12:00 týsdagin. Annars er skráðin hjá limunum í hvirluni:

  • Týsdag:
    • Kl. 12.00: Tórur Mortensen, longdarlop, Innleiðandi
    • Kl. 18.00: Hallur Simonsen, diskuskast, finala
  • Mikudag:
    • Kl. 18.00: Tórur Mortensen, longdarlop, finala
    • Kl. 19.50: Hanus Bergsson, spjótkast, finala
  • Fríggjadag:
    • Kl. 10.30: Tórur Mortensen, trýstøkk, finala

fleiri myndir eru í myndasavinum

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *