Hallur, Hanus og Tórur á oyggjaleikir

Hvirlan aftur í hopla á Tórsbreyt
21.06.2015
Hvirlurnar venja í Sandágerði týsdagin 30. juni kl. 16.30-18.00
27.06.2015

Hallur, Hanus og Tórur á oyggjaleikir

Í dag fara tríggir debutantar til Jersey at royna seg á oyggjaleikunum. Allir royna teir seg í tekniskum greinum (Tvs ikki renning), men ongin í somu grein. Allir hava teir vant í Hvirluni síðan teir byrjaðu at íðka frælsa ítrótt.

Hallur Simonsen venur primert diskuskast, men skal hesaferð eisini royna seg í kúlustoyti. Hallur fær rættuliga harða kapping, tí millum luttakararnar er kastarin, ið umboðaði Stóra Bretland á Europa Cup í bestu deld í farnu viku har hann luttók bæði  í kúlustoyti og diskuskast. Eisini er vinnarin undanfaru leikirnar við.

Hanus Bergsson roynur seg í spjótkasti. Her kundi man sagt at tað eru hinir, ið fáa harða kapping, tí um endalig roynd í student ikki kom í vegin, so var hann partur av danska liðnum, sum vann næstbestu deild í Europa Cup farnu viku. Støði er tó hækka munandi síðan síðst, og sær tað út til at kravið er enn eitt føroyskt met, um hann skal upp á pallin at standa.

Tórur Mortensen er einans 16 ára gamal. Hann skal royna seg í longdarlopi og trýstøkk. Í longdarlopi skal hann m.a. royna seg móti einum fyrrverandi europameistara og silvurvinnara frá HM. Harumframt eru tað fleiri sum hava lopið útvið 8 m, ið er har ein byrjar at tosa um heimsklassa. Í trýstøkk er støði næstan líka høgt, men tó ikki verðuligur heimsklassi.

kemilux-jersey2015

Allir eru teir væl fyri fysiskt, og tekniskt gongur støðugt framá, men innan teknisku greinarnar merkir ein lítil munur í timing av rørslum munin millum totalt miseydnað og plettskot, so spennandi verður at síggja hvussu leikur fer.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *