Guðrið setti føroyskt met í Gøteborg

Kast og lop fyrsta dagin á VU-Spelen
28.06.2019
Góð úrslit annan dagin á VU-spelen
30.06.2019

Guðrið setti føroyskt met í Gøteborg

Allar kappingar á VU-spelen fyriganga á flotta Ullevi Stadion mitt í Gøteborg. Tað vil siga, allar kappingarnar undantikið hamarkast, sum gongur fyri seg á hugnaliga Slotskogvallens Stadion, sum liggur nakað uttanfyri miðuna av býnum. Her skuldi Guðrið Káradóttir Petersen (G18-19) royna seg við 4,0 kg tunga kvinnuhamarnum.

Upphitingin var ikki optimal, tí nógvu luttakarnir gjørdu at tað bara var tíð til eitt upphitingarkast til hvønn, og har var heldur ikki pláss til at svinga við hamarnum áðrenn, sum er ein týðandi partur av upphiting. Treytirnar eru tó í síðsta enda irrelevantar, tí uppgávan er at kasta langt óansæð umstøður.

Upphitingarkasti fór í netið, men har sást at Guðrið hevði ferð í beinunum. So byrjaði kappingin. Í fyrsta umfarið var Guðrið for ivrig, og fór hon tí inn í snúðningarnar ov skjótt. Hetta gjørdi at hamarin kom at hanga eftir henni, og í avleveringini kom hon tí at kasta hamaran inn í netið í vinstru síðu.

 

Í næsta kasti kom hon betur inn í snúningarnar, og fekk góða ferð á hamaran, hon yvirkompenseraði tó fyri feilin frá fyrsta kasti, og tískil tók hamarin í búrið í høgru síðu. Kasti var tó góðkent, og longding gjørdist 41,57 m, sum bara er 26 cm frá hennara føroyska metið. So var ein roynd eftir, og her fekk Guðrið góða ferð á hamaran, men aftur kom hon í so langt út at hanga, og tí dróg hon hamaran inn í síðstu snúðning. Hetta gjørdi at hon tók ferð av hamarnum, men samstundis fekk hon stýrt hamarnum beint út uttan at hann rakti búrið á vegnum. Úrslitið gjørdist 42,89 m, sum er 1,06 m longri enn føroyska metið.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *