Grein um FAR-O í amerikanskum tíðarriti

Sumba og hugnakvøld
15.12.2012
Hugnaligur jólahugni
23.12.2012

Grein um FAR-O í amerikanskum tíðarriti

Í desember útgávuni at blaðnum “Orienteering North America” stendur grein um NATLOC, og harundir eisini FAR-O. NATLOC er samstarv millum feløg í Grønlandi, Íslandi og Føroyum, um fyriskipan av einur norðuratlantiskum meistaraheiti innanfyri orienteringarenning. Hetta var fyrstu ferð at kapping í orienteringa-renning var roynd í Føroyum. Trish og Tom Strat úr USA vóru við í øllum trimum londunum, og eru tað tey, sum hava skriva greinina.

NATLOC verður aftur í 2013, har kappingardagarnir eru:

  • 22.-24. Juni: Nuuk O-fest í Nuuk
  • 28.-30. Juni: ICE-O í Reykjavík
  • 3.-7. Juli: FAR-O í Tórshavn og á Nólsoynni

Tann sum fær flest stig í øllum trimum kappingunum vinnur NATLOC, meðan heiðursmerkir eisini eru til tey sum klára seg best í einstøku londunum.

Fleiri enn 50 útlendingar hava longu boða frá luttøku á FAR-O. Vónandi verða tað nógvir føroyingar sum eisini vilja royna seg í 2013.

Fyrsta møguleika fyri at royna O-renning í Føroyum fáa børn sum koma á Tórsbreyt jólaaftan kl. 10.00. Tí barna túrurin er í ár broyttur til eina O-renning fyri lið. Luttakararnir verða sendir avstað í bólkum. Øll eru vælkomin at luttaka.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *