Grand Prix fyri børn og ung á Toftum mikukvøldið

Hvirlan góð úrslit á Tórsbreyt
19.06.2009
Enn eitt bronsumerki til Birnu
22.06.2009

Grand Prix fyri børn og ung á Toftum mikukvøldið

Mikukvøldið 24. juni skipar Treysti, vegna FÍF, fyri kapping á Svangaskarði. Hetta er annað umfar av grand prix kappingini fyri børn og ung. Frágreiðing um, hvussu Hvirlan stóð seg í fyrsta umfari sæst her.

Hesa ferð verða kappingargreinarnar sambært reglunum hjá FÍF hesar:

bólkur   sprint       lop     kast miðteinur
8-9 ár 60 m   longdarlop    *   800 m
10-11 ár 60 m   longdarlop   kúlustoyt   800 m
12-13 ár 80 m   longdarlop   kúlustoyt   800 m
14-15 ár 200 m   longdarlop   kúlustoyt   1000 m
16-17 ár 200 m   longdarlop   kúlustoyt   1000 m
18-19 ár 200 m   longdarlop   kúlustoyt   1000 m

*Hjá børnum 8-9 ár stendur bert, at kast verður á skránni, men ikki hvør kastigrein. Havandi umstøðurnar á Svangaskarði í huga verður tað tó væntandi kúlustoyt.

Tilmelding verður á heimasiðuni hjá FÍF (www.athletics.fo), men enn er hon ikki opin. Av tí at tilmelding enn ikki er opin, og kappingin er longu mikudagin, so verður væntandi stutt freist at melda til í. Tí er tað umráðandi, at tey, ið hava hug at royna seg á Svangaskarði, halda eyga við athletics.fo fyri at náa at melda til, meðan tilmeldingin er opin.

Hvirlan skipar fyri busskoyring til kappingina, og verður onkur av venjarunum við bussinum. Tey, sum hava áhuga at koma við bussinum, skulu boða sínum venjara frá. Vit vilja fegin vita, hvør kemur við, tí vit bíleggja lítlan ella stóran buss í mun til talið av teimum, ið hava boða frá, at tey skulu við bussi.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *