GPU3 á Tórsbreyt gav nógv góð úrslit.

Øssur bøtti føroyska metið í trýstøkk við 85 cm!
01.07.2011
Venjing fyri tey yngstu í summarfrí
06.07.2011

GPU3 á Tórsbreyt gav nógv góð úrslit.

Triðja umfarð var GPU 2011 var á Tórsbreyt hósdagin, og har luttóku sum altíð nógvar Hvirlur í fleiri bólkum.

Gentur 10-11:

Helena S. Ziska, Emma Hansdóttir og Guðrið K. Petersen royndus eg í 60 m renning. Guðrið kom á mál við tíðini 11.59, Helena bøtti um sítt met við 32/100 tá hon rann teinin uppá 11,80 sek. Emma rann teinin uppá 11,93 sek, ið er nýtt persónligt met.

Eins og á 60 m, vóru tær tríggjar, sum royndu seg í longdarlopi. Her var Helena tann stinnasta tá hon fyri fyrstu ferð leyp útum 3 m strikuna, og lendi á 3,01 m. Guðrið leyp 2,57 m, meðan Emma leyp 2,37 m.

Tað var bara Emma, sum royndi seg á 800 m. Har kom hon á mál við tíðini 3 min 29,60 sek, ið er nýtt persónligt met.

Dreingir 10-11:

Í longdarlopi royndu Dávið Hentze, Elias Torsteinsson og Dánjal D. Ljósheim seg. Her leyp Dávið 3,55 m og rakk tað til eitt fyrstapláss. Dánjal leyp 3,32 m í longdarlop. Elias leyps 3,30 m, ið er ein betran av hansara persónliga metið við 13 cm.

Á 60 m teininum royndu Elias, Dávið og Dánjal seg.  Elias bøtti um sítt met við 2/10 tá hann kom á mál við tíðini 10,72 sek. Dánjal og Dávið fing nýggj persónlig met, ið eru ávikavist 10,10 sek 10,18 sek.

Í 800 m teininum royndu Dánjal og Elias seg. Dánjal kom á mál við tíðini 2 min 57,95 sek, meðan Elias kom á mál við tíðini 2 min 59,31 m. Bæðið úrslitini erú nýggj persónlig met.

Gentur 12-13:

Emilia Larsen, Marita K. Petersen og Tinna B. Jørgensen royndu seg í diskuskasti, og har gekk stak væl. Marita kastaði tann 750 g tunga diskin út á 19,87 m, Tinna kastaði 18,25 m meðan Emilia kastaði 17,36 m. Við hesum blivu tær nummar 1, 2 og 3 í kappingini. Eisini kastaði Marita longur enn besti drongurin í sama aldursbólki. Fyri allar var tað ein betran av teirra persónliga metið við fleiri metrum.

Hvirlu genturnar vóru eisini stak stinnar her, við tað at tær gjørdust nummar 1, 2 og 4, hóast hetta var debut fyri allar tríggjar. Marita leyp 8,82 m,  Tinna leyp 8,60 m, ið er omanfyri A-kravið til talentbólkin hjá teimum 12 ára gomlu gentunum og Emilia leyp 8,09 m.

Dreingir 12-13:

Tórur Mortensen og Jákup D. Ljósheim royndu seg í diskuskast, sum er grein hvørgin venur. Teir kastaðu ávikavist 13,31 m og 12,63 m.

Á 800 m teininum royndu Tórur og Jákup seg. Tórur kom á mál við tíðini 2 min 32,60 sek, meðan Jákup kom á mál við tíðini 3 min og 0,19 sek, ið var ein betran av hansara metið við meir enn 8 sekundum.

Í trýstøkk vóru marginalarnir enn einaferð ikki við Tórur. Hann leyp 9,49 m, ið er 1 cm frá A-kravinum til talentbólkin. Hetta rakk tó til eitt trygt fyrstapláss. Jákup leyp 7,85 m, ið er ein betran av hansara verðandi metið við 41 cm. Ísak Poulsen luttók í síni allar fyrstu kapping fyri Hvirluna, og leyp hann 6,74 m.

 

Gentur 14-15:

Í diskuskast royndu Bjørk R. Svabo og Edna Maria Debes seg. Tær kastaðu ávikavist 19,00 m og 15,81 m, ið rakk til fyrsta og annað pláss í kappingini. Kasti hjá Ednu Mariu er nýtt persónligt met.

Edna Maria var einasmøll at umboða Hvirluna í trýstøkk. Hetta var hennara fyrsta kapping í hesi grein, men hóast hetta leyp hon heilar 8,41 m, ið er nýtt persónligt met.

Dreingir 14-15:

Í hesum bólkinum var tað einans Tóri Nielsen sum royndi seg.  Hóast tað sá gott út í búrinum, so eydnaðist ikki at fáa eitt kast inn í kastirætningin, og Tóri fekk tí onki kast uppmált.

Dreingir 16-17:

Hesir skuldu fyri fyrstu ferð í ár royna seg í trýstøkk, og tað var ikki uttan ein ávísan spenning, tí at lop-venjing hevur gingið væl. Tað vísti seg eisini at har er nakað hent. Rúni leyp 11,59 m og vann sín fyrsta sigur í Grand Prix. Hetta var ein betran av hansara persónliga metið við 1,17 m. Imponerandi, serliga tá havt verður í huga at metið einans var fimm mánar gamalt. Trygvi betraði á øðrum plássi sítt persónliga met við góðum hálvum metri, meðan Steinolvur eisini betraði seg munandi tá hann leyp 10.51 m.

Gekk væl í trýstøkk, so kann man ikki siga tað sama um diskuskast. Har kastaði Hanus 1,5 kg tunga diskin 28,73 m, meðan Hallur kastaði 25,71 m. Rúni 23,35 m / Steinolvur 21,90, Trygvi 19,08 m. Hóast Hvirlurnar sum heild ikki kastaðu upp til sítt vanliga støðið, so fingu teir tey trý fremstu plássini.

Dreingir 18-19:

Helgi Geyti er einsamalt umboð fyri Hvirluna í hesum bólkinum. Hann royndi seg í diskuskast og trýstøkk. 1,75 kg tungi Diskurin kom út á 24,50 m, ið er nakað undir hansara støðið, men hann hevur í seinastuni verði plágaður av einum skaða í økslini og var tí varðin tá hann kastaði.

Samanumtikið var hetta enn ein góður dagur fyri Hvirluna. Næsta størri kapping her heima fyri summi er Jatnatøk 23. juli, meðan restin hevur frí frá kapping inntil í August.

Myndir eru í myndasavninum og fulfíggjaður úrslitalisti liggur á www.athletics.fo.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *