Góð úrslit í nógva vindinum á Tórsbreyt

Hvirlan styrknar støðugt á langu teinunum
31.03.2015
Kemilux høvuðsponsor hjá Hvirluni
31.03.2015

Góð úrslit í nógva vindinum á Tórsbreyt

So eru kappingarnar á breyt byrjaðar. Fyrsta størri kapping var á Tórsbreyt mánakvøldið, har 100 m, longdarlop, spjótkast og diskuskast var á skránni. Úrslitini vóru gjøgnumgangandi góð,  men nógvi vindurin gjørdi tað avbjóðandi at íðka, umframt at met og krøv ikki kundu góðtakast í sprint og lop.

Á 100 m vóru tað fyrst Tummas Napoleon, Magnus, Hanus og Kristian Martin sum royndu seg. Magnus fekk sín eyðkenda góða start, og lá á odda eftir fyrstu metrarnar, men so tók Tummas Napoleon seg fram á hann, og fekk stingi bringuna framum á málstrikuni. Báðir fingu tó somu tíð 11,67 sek, sum er væl skjótari enn teir hava runnið áður. Hanus kom á mál við tíðini 12,00 sek, meðan Kristian Martin við tíðini 14,33 sek vísti at nú gongur framá eftir longri tíð víð minni góðum úrslitum. Í seinna riðlinum rann ungi Jóhan ein flottan 100 m og kom á mál við tíðini 15,02 sek.

Hjá kvinnunum vóru Alda og Tinna klárar. Alda fekk ein sera góðan start, og vísti at ferðin er við at koma, tí á málinum vísti klokkan 13,50 sek, sum er ½ sek skjótari enn hon áður hevur runnið teinin, og tíðin er samstundis neyvt tað sama sum oyggjaleikakravið.  Vindurin var tó ov nógvur til at tað kundi góðkennast. Tinna rann teinin uppá 14,51 sek.

Nógvi vindurin gjørdi tað eyka trupult at leypa longdarlop, tí tað var ringt at meta um atrenningina. Tórur megnaði tó at koma út á 5,98 m, Bogi út á 5,65 m og Jóhan út á 3,73 m.

Í Spjótkasti royndu Helgi, Hanus og Marita seg. Hanus vísti at hann, ein ringan dag kann kasta upp móti sínum føroyska metið, við í síðsta umfarið at kasta spjótið út á 58,74 m, sum er lítlan ½ metur frá føroyska metinum. Helgi  kastaði 44,35 m, sum eisini er lítlan hálvan metur styttri enn sítt persónliga met, meðan Marita við at kasta 33,16 m bara var smáðar tveir metrar frá oyggjaleikakravinum. Hon kom tó útum kravið til talentbólkin.

Heri var einsamallur í diskuskast, og her kom hann út á 41,25 m, sum er tað longsta hann hevur kasta í tvey ár. Hann var tó 75 cm ov stuttur til at klára kravið til sínar 13 oyggjaleikir.

Næsta kapping verður leygardagin 4, apríl, har skráin er:

  • 14:00 100 m árg. ‘01 og eldri
  • 14:20 100 m árg. ’05-‘02
  • 14:30 800 m árg. ‘01 og eldri
  • 14:50 800 m árg. ’05-‘02
  • 15:00 klingrukast árg. ’01 og eldri
  • 15:20 200 m árg. ’01 og eldri
  • 15:30 trýstøkk árg. ’01 og eldri
  • 15:30 spjótkast árg. ’10 og eldri
  • 16:00 longdarlop árg. ’05-‘02

myndin vísur Aldu í dysti í innandurakappingini Stórmót ÍR

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *