Góð úrslit í fyrstu opnu kappingini í 2012

Tvær opnar kappingar komandi vikuna
01.04.2012
Spjótini flugu langt á Tórsbreyt
07.04.2012

Góð úrslit í fyrstu opnu kappingini í 2012

Fyrsta opna kappingin, sum Hvirlan skipaði fyri í 2012 á Tórsbreyt, gav nógv góð úrslit. Á skránni var Kúlustoyt og hæddarlop. Fyrst á skránni var kúlustoyt, og har vóru níggju íðkarar sum vildu royna seg. Tann yngsti var 10 ár, meðan tann elsti var 22 ár.

Fyrst í eldin var Helena, og kom hon í fyrsta umfarið útum 5 m strikuna fyri fyrstu ferð. Elias var verðuliga í topform, tí hann bøtti um sítt met í fleiri umgangum og tað longsta hjá honum var meir enn 1½ m longur enn gamla metið hjá honum. Emilia fekk eisini persónligt met og manglaði einans fáðar cm í at náða bólkametið. Tóri bøtti eisini um sítt met, so hann nú nærkast 9 m strikuni í stórum, eins og Bjørk eisini bøtti um sítt persónliga met. Teitur hevði sína fyrstu kapping yvirhøvur innan frælsar og var úrslit absolut góðkent. Steinolvur royndi at elta eldra beiggjan, og í øðrum umfarið loypti hann kvøkk á tá hann kom útum 10 m strikuna við 6 kg kúluni. Tað var næstan 1½ m longur enn gamla metið hjá honum. Helgi svarði tó aftur og í síðsta umfarið bøtti hann um sítt met. Brøðurnir fingu báðir bólkamet. Kristian Martin, ið hevur vant fult við Hvirluni síðan byrjanina av februar, betraði metið hann setti í 2010 við meir enn ½ metri.

Úrslitini í kúlustot vóru:

Bólkur Kúla Íðkari árg. Felag Úrslit  
G10-11 2 Kg Helena Svabo Ziska 2001 Hvirlan 5,17 m PM
D10-11 2 Kg Elias Torsteinsson 2001 Hvirlan 7,09 m PM
G14-15 3 Kg Emilia Larsen 1998 Hvirlan 6,59 m PM
Edna Maria Debes 1997 Hvirlan 7,81 m  
D14-15 4 Kg Tóri Nielsen 1997 Hvirlan 8,89 m PM
G16-17 3 Kg Bjørk R. Svabo 1996 Hvirlan 8,40 m BM/PM
D18-19 6 Kg Teitur Arge Seloy 1994 Hvirlan 6,32 m PM
Steinolvur Geyti 1994 Hvirlan 10,19 m BM/PM
Helgi Geyti 1993 Hvirlan 10,63 m BM/PM
M 7,26 Kg Kristian Martin Garðalíð 1990 Hvirlan 8,95 m PM

PM: Persónligt met, BM: Bólkamet

Eftir flottu úrslitini í kúlustoyt var farið við spenningi til hæddarlop. Her vóru tað seks, sum høvdu hug at  royna seg. Tey yngstu byrjaði á lægstu hædd, sum var sett heilt niður til 93 cm. Bæði komu uppum hesa hædd og næstu hædd, ið var 98 cm. Longur kom Helena ikki, men er tað nýtt bólkamet fyri gentur-11 ár. Elias helt áfram har hann slepti í kúlustoyt. Tí hann kom uppum heilar 118 cm.  Eitt flott bólkamet hjá dreingjum-11 ár. Edna Maria byrjaði eitt sindur trilvandi, men leyp seg heita, tí hon kom uppum 138 cm, ið er ein betran av hennara persónliga metið við 8 cm. Hon var einans millimetrar frá at klára 143 cm eisini, ið vildi verði føroyskt met, og 3 cm omanfyri a-kravið til talentbólkin. Hesaferð vildi yvirliggjarin tó ikki blíva liggjandi. Trygvi, ið ikki hevur lopið hædd síðan FM í 2011, vísti at grundformurin er har, tí hann leyp lættliga uppum 160 cm, ið er omanfyri bólkametið. So var yvirliggjarin settur heilt upp á 173 cm. Har var hann sera nær við í tveimum av royndunum, men tó gekk tað ikki hesaferð.

Úrslitini í hæddarlopi vóru:

Bólkur Íðkari árg. Felag Úrslit  
G10-11 Helena Svabo Ziska 2001 Hvirlan 98 cm BM/PM
D10-11 Elias Torsteinsson 2001 Hvirlan 118 cm BM/PM
D14-15 Tórur Mortensen 1998 Hvirlan 128 cm  
G14-15 Edna Maria Debes 1997 Hvirlan 138 cm PM
D16-17 Trygvi Laksáfoss 1994 Hvirlan 160 cm BM
M Kristian Martin Garðalíð 1990 Hvirlan 148 cm  

PM: Persónligt met, BM: Bólkamet

Samanumtikið ein góð staðfesting av at vetrarvenjingin hevur hilnast væl. Næsta kapping verður leygardagin 7. apríl. Tá er spjótkast og longdarlop á skránni. Øll úrslitini síggjast her. Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *