Góð úrslit í fyrsta umfarið av Grand Prix á breyt

Hvirlan íblástur frá svenskum landsliðsvenjara
Hanus og Edna Maria føroysk met á Tórsbreyt

Góð úrslit í fyrsta umfarið av Grand Prix á breyt

Fyrsta umfar av Grand Prix á breyt var á Tórsbreyt leygardagin. Kappast var sum vant í sprint, lop, kast og renning. Sum eitt sera positivt trekk var rimarenningin komin við aftur, tó manglar hon enn eldru bólkunum, har onkur sera góður rima-rennari er.

Børn 5-7 ár

Terji Dal Christiansen, Sigrið Hansdóttir og Andrea Heinadóttir royndu seg á 60 m. Øll tyktust tey njóta kappingina, og vónandi hava tey hug at royna seg aftur seinni. Tíðirnar hjá teimum trimum gjørdust Terji: 12,43 sek, Sigrið: 15,35 sek og Andrea 15,35 sek.

5-7 60 m

Gentur 8-9 ár

Beinta Debes royndi seg í bóltkasti, har hon kastaði 250 g tunga bóltin 13,14 m, áðrenn hon fór til longdarlop, har Jóhanna Súnadóttir eisini roydi seg. Jóhanna leyp 2,83 m, meðan Beinta leyp 2,31 m.

Gentur 10-11 ár

Tað vóru heilar fýra gentur, sum royndu seg á 80 m forðarenning. Her kom Børka Berg Jørgensen fyrst á mál við tíðini 11,70 s. Henni á baki kom Barbara Hammer við tíðini 12,15 sek, meðan Jóhanna Eidesgaard rann teinin uppá 13,38 sek og Súsanna Rúnadóttir kom á mál við tíðini 14,11 s.

boerka-barbara-60mh

Í bóltkastið vóru tær fýra eisini við. Her kastaði Børka 33,37 m, Súsanna 29,52 m, Barbara Hammer 20,42 m og Jóhanna Eidesgaard 12,03 m.

Lopgreinin hesa ferð var hæddarlop. Børka, ið fekk ilt í beini tá hon rann 60 m forðarenning og leyp tí við høgra beini, kom uppum 105 cm, meðan Barbara leyp 100 cm, og Jóhanna 95 cm.

Barbara, Súsanna og Jóhanna royndu seg at enda á 600 m teininum, og aftur bleiv tað til trý persónlig met. Tíðinar gjørdust: Barbara: 2 min 24,72 sek, Jóhanna 2 min 28,12 sek og Súsanna 2 min 35,16 sek.

Dreingir 10-11 ár

Brandur Kjartanson var komin heilt úr Sandavági at kappast fyri Hvirluna. Fyrsti startur hjá honum var í 60 m rimarenning. Hetta var hansara fyrsta roynd á hesum teininum. Hann rann væl og kom á mál við tíðini 13,71 s.

Í bóltkasti bøtti Brandur um sítt persónliga met við heili 7 metrum til 31,50 m, sum rakk til eitt triðjapláss.

brandur60mh

Í Hæddarlopi kom Brandur trygt uppum 95 cm, ið var byrjunarhæddin, og eisini uppum 1,00 m. Hóast góðar royndir á 1,05 m, so eydnaðist ikki at koma uppum, og hann endaði sostatt á 1,00 m.

Gentur 12-13 ár

Natasja Hammer var einsamøll tá starturin á 60 m rimarenning fór. Hon rann sera væl, og lá á einum tryggum øðrum plássi ávegis uppum síðstu forðing, men krøkti fótin og datt tí. Óheppi, men flott runnið annars. Fallið var so mikið hart at tað ávirkaði hinar kappingarnar, har hon valdi at geva avboð  á 600 m renning.

natasha60mh

Í Hæddarlopi royndi hon seg, men endaði á 1,15 m. Rannvá Gunnarsdóttir royndi seg eisini í hæddarlopi, og leyp hon heilar 1,20 m.

Báðar royndu tær seg í diskuskasti, og her gjørdist úrslitið at Rannvá kastaði 12,96 m, meðan Natasja kastaði 9,69 m.

Gentur 14-15 ár

Guðrið Káradóttir Petersen, Lydia Poula Simonsen og Helena Svabo Ziska royndu seg við 750 g tungu diskunum. Tær tryggjaðu 1, 2, 3 til Hvirluna við Guðrið á odda (17,37 m), frammanfyri Lydiu (16,61 m) við Helenu (14,39 m) á triðja plássi. Allar kastaðu tær sítt longsta kast í síðsta umfarið.

gudriddiskus

Dreingir 14-15 ár

So stóð 80 m rimarenning á skránni, har Bárður skuldi renna uppum tær 76 cm høgu forðingarnar. Bárður rann teinin uppá 17,71 sek, tað rakk til eitt annað pláss.

Trýstøkk var onnur greinin, og her lat Bárður ongan iva verða um hvør var best. Longu í fyrsta lopið avgjørdi hann kappingina við einum lopið uppá 9,37 m. Hetta gjørdist eisini longsta lopið, og var tað næstan ein metur longri enn nummar tvey leyp.

bardur1000

Diskuskast var triðja greinin, og her var Bárður stabilur, men eina tonn ov stuttur til enn ein sigur, men eitt flott kast, ið tíður uppá at meir er at heinta, í øðrum umfarið gjørdist tað longsta. Tað var mált til 16,83 m.

Bárður endaði dagin við at renna 1000 m. Hann lá á tryggum øðrum plássi inntil 100 m vóru eftir, tá fór ein framvið, men Bárður hevði viljan, og tók annað pláss aftur í einum sera tøttum spurti. Tíðin gjørdist 3 min 25,66 sek, sum er 13 sek skjótari enn hann hevur runnið teinin áður.

Gentur 16-17 ár

Tinna Berg Jørgensen og Rebecka Monja Jørgensen vóru báðar klárar á 100 m startinum. Tinna rann teinin uppá 14,50 s, meðan Rebecka rann teinin uppá 15,78 s. Hetta rakk til ávikavist annað og triðja pláss.

Onnur greinin var trýstøkk, har Tinna og Marita Káradóttir Petersen royndu seg. Aftur endaði tað við øðrum og triðja plássi til Hvirluna. Marita leyp 9,38 m, meðan Tinna leyp 8,80 m. Hetta er 20 cm longri enn Tinna hevur lopið áður.

marita3stoekk

Marita vann diskuskast trygt við einum kasti uppá 24,99 m, sum uttan iva man verða bólkamet meðan Tinna ognaði sær eitt annað pláss við 16,50 m. Rebecka kastaði 10,43 m.

Rebecka endaði dagin við at renna 1000 m, har hon kom á mál við tíðini 4 min 18,72 sek, sum rakk til eitt silvurmerkið.

Dreingir 16-17 ár

Tórur Mortensen var einasmallar at royna seg í reyðum. Fyrsta kappingin var trýstøkk, her var avtala at taka tað róligt, so tað bleiv til nakrar heilt róligar atrenningar, og so fokus á teknik í sjálvum lopinum. Hann leyp 12,80 m, og valdi síðan at gevast á einum ikki óvantaðum fyrsta plássi.

torur100mstart

Næsta kappingin var diskuskast, og har ognaði Tórur sær eitt persóligt met tá hann kastaði 1,5 kg tunga diskin heilt út á 28,41 m, sum aftur rak til eitt fyrstapláss.

Síðsta greinin var 100 m. Hetta var primera fokus í hesi kapping, tí arbeitt hevur verði við at økja um ferðina. Forholdini vóru ikki perfekt tí har var ein lítil mótvindur, men fyri einaferð skyld var gjørligt at seta met. Tórur rann teinin uppá 11,86 sek, sum er næstan meir enn eitt sek skjótari enn hann rann teinin í somu kapping í 2014. Tíðin var eisini so mikið góð at hann tók bólkametikð hjá Trygva.

Gentur 18-19 ár

Edna Maria Debes byrjaði dagin við at leypa trýstøkk. Hetta er hennara primer-grein, men ein skaði hevur gjørt at hon ikki hevur vant síðstu 5 vikurnar. Hon royndi seg tó við kontroleraðari atrenning. Lop-teknikkurin er bøttur munandi, so hon megnaði at koma heilt út á 9,50 m hóast avmarkingarnar í ferðini. Hetta rakk til eitt fyrstapláss.

ednamariadiskus

Onnur greinin við hvirlu-luttøku var diskuskast, og her var Edna Maria aftur klár. Hesaferð var hon tó ikki einsamøll í reyðum, tí Bjørk Reynagarð Svabo royndi seg eisini við 1 kg tunga diskinum. Edna Maria byrjaði við at leggja seg á odda, men Bjørk svaraði aftur í øðrum umfarið. Edna Maria fór tó aftur framvið í triðja, og var hetta nóg mikið til at ogna sær fyrsta pláss. Tað longsta gjørdist 20,54 m, meðan Bjørk á øðrum plássi kastaði 19,81 m.

Menn

Mennirnir byrjaðu við diskuskastið. Hóast Hallur Simonsen hevði ein minni góðan dag, so vann hann trygt við einum kasti uppá 36,78 m. Helgi á øðrum plássi kastaði væl og endaði á 30,25 m. Hans Hjørleivur Magnussen kastði 27,48 m á triðja plássi og Hanus Bergsson 24,32 m á fjóra plássi.

hallur-diskus

Seinna greinin við Hvirlu luttøku var 100 m, har Rúni Jacobsen og Tummas Napoleon Arge vóru klárir. Tað var ongantíð ivi um at tað fór at verða Hvirlan nr. 1 og 2, men báðir hava tikið seg nógv fram, og tí var spenningur um tíðirnar. Tíðanverri hevði hvørgin ein góðan dag. Tá so mótvindur eisini var 1,7 m/s ímóti, so var tað rættuliga yvirraskandi at báðir runnu upp móti sínum bestu tíðum. Rúni rann teinin uppá 11,63 s og Tummas Napoleon uppá 11,73 sek. Um korrektiónin hjá Mureika verður nýtt fyri at vita hvat hetta svarar til um ongin vindur var, so vildu úrslitini verði 11,48 og 11,58 sek. Ikki eins skjótt, sum teir hava runnið fyrr í ár, men tó flott.

Tað er stuttligt at síggja hvussu flott Hvirlurnar klára seg í dysti. Allar kempa tær væl, og framgongdin er støðug yvir alla linjuna. Vit gleða okkum at síggja eina stóra luttøku komandi leygardag tá annað umfarð av Grand Prix á breyt verður á Tórsbreyt.

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *