Góð úrslit annan dagin á VU-spelen

Guðrið setti føroyskt met í Gøteborg
30.06.2019
Tórur langt undir føroyska metið á 200 m
30.06.2019

Góð úrslit annan dagin á VU-spelen

Tað var Børka Berg Jørgensen (G15) sum legði út við at kasta spjót. Hetta er fyrstu ferð hon royndi seg í spjótkast á VU-spelen, men solida grundvenjingin gjørdi at hon stóð seg sera væl. Hon hevur tó vant so mikið lítið at hon ikki hevur máta eina fasta atrenning. Í fyrsta kastinum byrjaði hon ov nær strikuni, og noyddist tí at halda aftur í kastinum, fyri ikki at gera yvirtrakk. Í næsta gav hon sær sjálvum eitt sindur betur pláss, og kom hon tí tvær metur longri, men enn var hon ein metur frá sínum persónliga metið. Hetta vardi tó ikki longi, tí í triðja umfarið sat atrenningin soleiðis at hon kundi kasta frítt. Úrslitið gjørdist eitt kast uppá 32,92 m, sum er 2½ m longri enn hennara gamla persónliga met. Hetta rakk eisini til eitt pláss millum tær 8 sum fingu trý kast afturat. Her vísti hon at tað ikki var hepni, tí eftir eitt kast, sum miseydnaðist kastaði hin tvey tey síðstu góðan metur longri enn gamla persónliga meti, men hvørki var tó longri enn teir 32,92 m hon kastaði í triðja umfari.

Meðan Børka kastaði var Miso farin í gongd við at fyrireika seg til 100 m (D16). Miso venur mest trýstøkk, men arbeitt hevur verið við sprint, tí hann er ov anspentur í atrenningini til lop, og tí er trupult at fáa effektiv avsett til lop. Hetta hevur givið ábendingar um at hann kann renna skjótt. Hetta var tó fyrsta kapping har hann verðuliga fekk roynt seg. Tá skotið fór fekk hann eitt gott drive fyrstu fetini, men so byrjaði hann at spenna í herðunum. Hetta gjørdi at lætta rennilagi, sum hann er farin at vísa til venjing, ikki var har hesaferð. Tíðin á málinum gjørdist tó 12,29 sek, sum er tað næstskjótasta hann hevur runnið teinin, og nógv tað skjótasta hann hevur runnið í 2019.

 

Næstur í eldin var Tórur Mortensen (M), sum skuldi royna seg á 100 m. Meðan Tórur byggir knæði upp eftir skaða hevur fokus í venjingini verði sprint, og har serliga 100 m. Hetta hevur gingið væl, tí venjigartíðir hava givið ábendingar. Tórur var í næstsíðsta riðli. Tórur var klárur tá skotið fór, og var fyrstur úr blokkinum, men har var skotið av. Á video var Tórur fyrstur at reisa seg, men tað var ikki dømt tjóðstart, so allir átta fóru aftur í blokkin tá roynt var aftur. Tá skotið fór aftur var Tórur ein tann síðsti úr blokkinum, og hesin vánalig starturin ávirkaði, tí eyðkenda leysa renningarlagi var ikki at síggja. Tórur spenti upp, og misti harvið ferð. Á málinum segði tíðin 11,29 sek, sum er 0,02 sek skjótari enn hansara persónliga met, og 0,03 sek seinni føroyska meti.

 

So var tað aftur Børka, sum skuldi royna seg. Hesaferð í Trýstøkk.  Aftur vóru tær alt ov nógvar, og tí var bíðitíðin millum lopini rættuliga lang. Upphiting gekk væl, og við royndum frá longdarlopinum fríggjadagin, var ikki rokna við at ferðin øktist tá kappingin fór í gongd. Í fyrstu royndini var hon í so passiv í næsta lopinum, og tí roteraði hon framyvir, og fekk ikki sett av til síðsta. Tað bleiv tó máta til 9,11 m. í næsta lopinum var hon munandi meir aktiv, og fekk tí ferðina við sær gjøgnum tey trý avsettini. Timing av kraftini var ikki heilt optimal, og tí fekk hon ikki tað flog hon onkuntíð hevur fingið. Lopið bleiv máta til 9,68 m. Triðja lopið líktist nógv, men var 7 centimetrar styttri. Hon endaði sostatt við at leypa 9,68 m, sum er tað longsta hon hevur lopið í summar.

 

Ímeðan Børka kappaðist fór  Lýdia Poula Simonsen (G18-19) í gongd við kúlustoyt. Hetta er grein, har hon fyrr í ár var fyrsta føroyska kvinna útum 11 m strikuna. Í fyrstu royndini manglaði kraftfulla avsetti frá aftaru síðu av ringinum. Tí kom høgri fótur ikki undir kroppin, og harvið fekk hon ikki kraft í kúluna. Tað bleiv máta 10,30 m. Í næsta royndi hon at fáa meir kraft úr baksíðuni av ringinum, men hetta riggaði ikki heilt. Kasti gjørdist tó 24 centimetrar longri. Triðja miseydnaðist heilt, men teir 10,54 frá øðrum umfarið høvdu tryggjað Lýdiu pláss millum tær, sum sluppu at halda áfram í kappingini. Hesi síðstu trý broyttu tó ikki støðuna, so Lýdia endaði við 10,54 m sum tað besta hesaferð.

Tá hamarkastarnir skulu royna seg á VU-spelen er tað ikki á Ullevi stadion mitt í Gøteborg. Tað er flutt til hugnaliga Slotskogsvallens Stadion. Fyri at koma frá Ullevi til Slotskogsvallen tók Guðrið Káradóttir Petersen (G18-19) sporvognin. Framkomin var tíð til at slappa av eina løtu áðrenn kappingin byrjaði. So fór hon í gongd við at hita upp. Tað vóru 25, sum skuldu kasta, og fingu tær tí einans eitt upphitingarkast hvør. So fór kappingin í gongd, og har sást at Guðrið var ikki heilt klár. Fyrsta kasti fór i netið í vinstru síðu, meðan tað næsta tók í netið í høgru síðu. Tað triðja sat tó betur, og høga ferðin gjørdi at hon kom heilt út á 42,89 m, sum er góðan metir longri enn føroyska metið. (meir kann lesast um føroyska metið her)

Meðan Guðrið royndi seg í hamarkast, var Edna Maria farin í gongd við sína kapping í longdarlop á Ullevi Stadion. Edna Maria, hevur vant síðsta árið í Aarhus, har hon hevur tikið seg nógv fram, m.a. við at leypa út móti 5 m í kapping. Hesaferð vildi tað tó ikki. Ferðin inn í plankan var ikki tann hon plagar, og gjørdi tað at timing í rørslunum ikki sat. Tá so er í eini grein sum longdarlop, so kostar tað beinan vegin nógva longd. At hon hevur vant væl sást á stabilitetinum, har øll lopini vóru innanfyri 6 centimetrar í longd. Tað longsta gjørdist 4,48 m.

Í sama eygablikk sum Edna Maria gjørdi seg klára til sítt síðsta lop skutu tey triðja riðil á 400 m dreingir 18-19 ár í gongd. Her var Dánjal Dahl Ljósheim við. Dánjal vandi væl í vetur, men ein skaðið hann fekk í skúlanum gjørdi, at hann ikki hevur fingið sprinta optimalt síðstu 3 mánaðirnar. Onnur venjing hevur tó gjørt at formurin hevur verið viðlíkahildin. Tað var tí spennandi at vita, hvat hann megnaði. Hann kom væl úr blokkinum og fyrstu 100 m sá tað gott út, men so misti hann formin og harvið eisini ferðina. Tá 200 m vóru eftir tók hann seg saman aftur og fram til mállinjuna, át hann seg inn á og framvið teir flestu í riðlinum. Á málinum segði tíðin 52,49 sek, sum er neyvt tað sama sum hansara persónliga met.

Sunnudagin verður aftur fari í gongd. Á skránni er trýstøkk (Miso), 200 m (Tórur og Miso) og 800 m (Dánjal).

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *