Góð úrslit á Tórsbreyt

Gull og broncu á Glostrup Games
29.04.2013
Rigmor føroyarmeistari á ½marathon
06.05.2013

Góð úrslit á Tórsbreyt

Fyrstu opnu kappingarnar í 2013 á Tórsbreyt góðu bólkamet, talent-krøv og persónlig met.  Kappast var bæði fríggjakvøld og Leygardag. Fríggjakvøld var longdarlop, diskuskast, 100 m og 800 m á skránni, meðan trýstøkk, spjótkast og 400 m var á skránni leygardag. Flestu luttakarnir vóru úr Hvirluni. Tað henda allsamt broytingar og uppgraderingar av Tórsbreyt. Í seinastuni eru serliga tvey ting, ið hava gjørt øki væl betur egna til frælsar. Eitt hús er bygt omaná WC, har skrivstova og elektrisk tíðtøka kann verða til kappingar, og strika er upp til spjótkast í vestara enda. Bæði blivu nýtt hetta vikuskiftið.

Fríggjadagurin byrjaði við longdarlopi, har fýra dreingir og tríggjar gentur høvdu avgjørt at royna seg. Vindurin var í meira lagi í flestu lopunum. Tórur Mortense (D14-15) byrjaði 2013 eins og hann endaði 2012, við at bøta um persónliga metið. Hansara longsta bleiv mált til, 4,95 m. Dánjal Dahl Ljósheim (D12-13) leyp 30 cm longur enn hann hevur gjørt áður, við einum lopi uppá 4,11 m. Elias Tórsteinsson (D12-13)  leyp eisini longri enn hann hevur gjørt áður, tá hann leyp 3,85 m. Rebecka Monja Jørgensen (G14-15), ið leyp 3,38 m, leyp eisini væl longri enn hon hevur gjørt áður, eins og Bjørk Sigurðsdóttir Lamhauge (G12-13) gjørdi tað við 3,78 m.

Eftir longdarlop var fari beinleiðis til diskuskast. Her vóru tað fimm, ið høvdu hug at royna seg. Henda dagin var tað tó Hallur Simonsen (D18-19), ið gekk á odda. Hann hevði valt at royna seg við 2,0 kg diskinum, hóast hann í ár og komandi ár kann kasta við 1,75 kg diskinum. Fyrsta kasti var langt, men yvirtrakk, hann tók tí eitt róligt kast í øðrum umfarið, ið bleiv malt til 34,15 m, ið var persónligt met við 6½ m, og eisini longri enn A-kravið til talentbólkin. Triðja kasti var langt, men beint uttanfyri kastirætningin. Í fjóra rakti hann diskin væl, og lendi hann ikki fyrr enn beint áðren 40 m strikuna. Kasti bleiv mált til 39,78 m, og sostatt bøtti hann um sítt persónliga met við 11 m og setti bólkamet við 2 kg diskinum. Hans Hjørleivur Magnussen (D18-19), ið royndi seg á fyrsta sinnið við 1,75 kg diskinum, kastaði diskin 1½ m longri enn hann kastaði 1,5 kg diskin í 2012. Hansara longsta bleiv mált til 23,94 m. Dánjal kastaði 750 g diskin út á 13,60 m, ið er persónligt met.

Tíðanverri vóru trupulleikar við uppseting av elektrisku tíðtøku útgerðini. Tað gjørdi at sprintarnir noyddust at bíða í hálvan tíma eftir startinum. Slík óvanta seinkan í kuldanum ger tað nærum ómøguligt at prestera optimalt. Fyrsti startur var hjá monnunum, har Tummas Napoleon Arge (D18-19) og Steinolvur Geyti (D18-19) royndu seg. Báðir vístu teir tó at teir eru væl fyri. Tummas Napoleon, ið bøtti seg sera nógv í 2012, byrjaði við at tangera sítt persónliga met, ið er 12,11 sek. Steinolvur bøtti um sítt persónliga met við ½ sekundi, og kom á fyrsta sinnið undir 13 sek. Tíðin hjá honum var 12,96 sek.

Genturnar, ið eins og mennirnir noyddust at biða. Her vóru tað tær yngstu í vístu vegin, tí Rebecka og Bjørk setti báðar persónligt met. Rebecka við 16,69 sek og Bjørk við 16,15 sek.

Síðsta greinin fríggjadag var 800 m, har Hallur Holm (Menn, Bragdið), Dánjal og Rebecka vildu royna seg. Tummas Napoleon setti tempo fyrsta umgang, og komu teir runt við tíðini 1.13, so helt Dánjal áfram einsamallur, og har var mótvindurin á aftaru langsíðuni tungur. Hallur fór framvið honum, men Dánjal kempaði væl, og kom á mál við tíðini 2 min 36,72 sek, ið er persónligt met við 14 sekundum. Hallur, ið er mest kendur fyri longru teinarnar, kom á mál við flottu tíðini 2 min 28,87 sek.

Tað er altíð gevandi tá veðrið argar eitt sindur, og leygardagin tyktist tað, sum um veðurguðarnir verðuliga høvdu hug at testa luttakarnar, men tá kappingarnar fóru í gongd makaði hann vindin og tað tornaði, so veðrið var á góðari leið. Fyrsta greinin var trýstøkk, har Tórur, Dánjal og Jóhan Nattestad Kass (D12-13) royndu seg. Dánjal bøtti enn einaferð um sítt persónliga met. Hansara longsta bleiv mált til 8,50 m, meðan Jóhan, í síni fyrstu kapping í frælsum, kom heilt út á 6,97 m.

Fyri ikki so nógvum árum síðan plagdu 40 m at røkka til heiðursmerkir í dysti um føroyska meistaraheitið í spjótkasti hjá monnum. Leygardagin kravdust 44 m fyri at gerast nummar trý í Hvirluni. Rógvi Højgaard (Menn) vann tryggan sigur við 51,53, meðan ungi Hanus Bergsson (D18-19) bøtti um sítt persónliga met við 7 m, so tað nú er 47,12 m. Úrslitið hjá Hanusi var serliga áhugavert tá havt verður í huga, at hann breyt beinið í vetur og hevur gingið við gips og síðan skinnara í mánar. Enn haltar hann í atrenningini. Jóhan kastaði 400 g spjótið heilt út á 20,71 m í síni fyrstu spjótkapping. 15 ára gamla Marita Káradóttir Petersen royndi seg við 600 g tunga spjótinum. Her kastaði hon heilt út á 31,17 m, tað er bara 13 cm styttri enn broncan fór fyri á síðstu oyggjaleikunum.

Síðsta kappingin var 400 m, har Dánjal og Jóhan royndu seg. Báðir fingu teir persónlig met. Dánjal við 74,16 sek og Jóhan við 89,49 m.

Samanumtikið ein góð kapping við nógvum góðum úrslitum. Tað er ongin ivi um at úrslitini høvdu verði munandi betri um tað var heitari og kappingin var tættari um fremru plássini. Tað, sum tó er mest gleðiligt, er at bæði fysikkur og teknikkur er blivin betur hjá øllum íðkarunum. Tað er tí bara ein spurningur um tíð áðrenn nakað heilt serligt ferð at henda.

Øll úrslitini síggjast her. Fleiri myndir er í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *